Norðoya Sparikassi havt árligan umboðsráðsfund
Árligi umboðsráðsfundurin hjá sparikassanum var hósdagin 13. apríl 2023.
Ársfrásøgnin fyri 2022 varð góðkend og sæst her. Samtykt var at renta ábyrgdarpeningin fyri 2022 við 4 %.
Nevndarval var eisini á skránni. Karl Heri Joensen og Frimodt Rasmussen stóðu fyri vali.
Frimodt Rasmussen varð afturvaldur. Karl Heri Joensen tók ikki við afturvali eftir at hava sitið í nevndini í 12 ár. Fyri hann varð Hans Arni B. Thomsen valdur í nevndina.
Eftir fundin skipaði nevndin seg við Símuni Absalonsen sum formanni og Rúna Heinesen sum næstformanni.
Í nevndini eru:
Símun Absalonsen, formaður
Rúni Heinesen, næstformaður
Frimodt Rasmussen, nevndarlimur
Súsanna Olsen, nevndarlimur
Annika Sølvará, nevndarlimur
Hans Arni B. Thomsen, nevndarlimur
Guðrið Lava Olsen, starvsfólkavaldur nevndarlimur
Tummas Martin Sólsker, starvsfólkavaldur nevndarlimur
Jørmund Foldbo, starvsfólkavaldur nevndarlimur
Harumframt varð P/F Januar, løggilt grannskoðanarvirki, afturvalt sum grannskoðari.