Persónsupplýsingar og cookies

Viðgerð av persónupplýsingum í Norðoya Sparikassa
Fyri at kunna bjóða tær nøktandi ráðgeving, fíggjarligar veitingar- og tænastur, skrásetir og viðger Norðoya Sparikassi persónupplýsingar um teg. Ein persónupplýsing er ein og hvør upplýsing og meting, sum er knýtt ella kann knýtast at einum ávísum likamligum persóni, t.e. tann skrásetti. Viðgerð er øll nýtsla, so sum savnan, skráseting, samkoyring, goyming, víðarigeving, avhending o.a. ella ein sameining av hesum, líkamikið um henda er automatisk ella ikki.

Norðoya Sparikassi sum dátuábyrgdari
Norðoya Sparikassi er dátuábyrgdari fyri tær viðgerðir av persónupplýsingum, sum fara fram í sparikassanum og tekur neyðug stig fyri at verja persónupplýsingarnar samsvarandi galdandi dátuverndarlóg.

Lógarheimild fyri skráseting og viðgerð av persónupplýsingum
Fyri at veita tær best møguligu ráðgeving og tænastu skrásetir, nýtir og viðger Norðoya Sparikassi tínar persónsupplýsingar. Tá tú gerst kundi hjá sparikassanum, eru tað ávísar persónupplýsingar, vit sambært lóg skulu og hava rætt til at viðgera um teg. Hesar eru m.a.:

  • Lóg um fíggjarligt virksemi
  • Hvítvasklógin
  • Skattalógin
  • Roknskaparlógin
  • Lóg um vernd av persónsupplýsingum (Dátuverndarlógin)
  • Kredittavtalulógin
  • Lóg um virðisbrævahandlar

Norðoya Sparikassi viðger persónsupplýsingar um teg fyri at halda avtalur, ella um tú hevur givið sparikassanum samtykki til at viðgera tínar persónupplýsingar til eitt ella fleiri nágreinað endamál. Sparikassin viðger eisini persónsupplýsingar um teg, tá tað er neyðugt fyri av røttum at kunna fylgja heimilaðum áhugamálum hjá sparikassanum, og viðgerðin er neyðug fyri, at rættarkrav kann sannast, gerast galdandi ella verjast, ella at viðgerðin er heimilað í lóg. Hetta kann t.d. verða fyri at fyribyrgja hvítvaski v.m., misnýtslu ella tapi, men eisini fyri at styrkja KT- og gjaldstrygdina.

Vit skráseta og viðgera eisini persónsupplýsingar í sambandi við annað virksemi, sum sparikassin hevur sum peningastovnur. Tað snýr seg t.d. um virksemi í sambandi við kredittmetingar, váðametingar, kanningar, innanhýsis eftirlit, hagfrøði, umsiting, kanning av kundanøgdsemi og til beinleiðis marknaðarføring.

Hesar persónsupplýsingar skrásetir og viðger Norðoya Sparikassi
Sparikassin skrásetir og viðger persónupplýsingar í sambandi við, at vit veita fíggjarligar tænastur og veitingar, m.a. kontur, gjaldstænastur, netbanka, lán og kredittir, og tá kredittmeting verður gjørd. Alt eftir hvørjum veitingum ella tænastum tú hevur ella vilt hava, skrásetir sparikassin hesi sløg av persóns-upplýsingum:

  • Vanligar persónupplýsingar eru upplýsingar um:
    • Navn, bústað, telefonnummar, teldupostbústað, føðingardag, hjúnarstøðu, yrki, útbúgving, p-tal og samleikaprógv
    • fíggjarligar upplýsingar (kontu- og kortnummar, inntøku- og ognarviðurskifti, trygdir, skuld, húsarhaldsnýtsla og flytingar og viðmerkingar ella boð í sambandi við hesar flytingar)
    • upplýsingar um, hvørji produktir og tín familja hevur, fyri at kunna veita tær røttu ráðgeving og tænastu
  • Viðkvæmar persónsupplýsingar eru sambært dátuverndarlógini upplýsingar um:
    • húðarlit, ættarslag ella etniskan uppruna
    • átrúnaðarlig, heimspekilig ella politisk sannføring
    • ílegu- og biometriskar dátur við tí endamáli at eyðmerkja ein persón
    • yrkisfelagsligt tilknýti
    • revsiverd viðurskifti
    • kynslig viðurskifti
    • heilsustøða
    • munandi sosialar trupulleikar og onnur heilt privat viðurskifti

Viðkvæmar persónupplýsingar eru upplýsingar, sum sambært lógini skulu farast væl um og verjast væl. Sparikassin skrásetir og viðger bert viðkvæmar persónsupplýsingar í tann mun, tað er neyðugt fyri at kunna veita tær røttu ráðgeving, tænastu, m.a. flytingar og fyri at halda avtalur við teg, ella tá tað er neyðugt fyri at gera eitt rættarkrav galdandi. Er hetta ikki heimilað í lóg, biður sparikassin um títt samtykki.

Okkara møguleiki at veita tær best møguligu ráðgeving og tænastu í mun til tín tørv, er tengdur at, hvussu væl vit kenna teg. Tí er tað týdningarmikið, at tær upplýsingar, tú letur sparikassanum, eru rættar og neyvar, og at tú kunnar okkum um møguligar broytingar í teimum viðurskiftum, sum upplýsingarnar viðvíkja.

Fyri at kunna gera ávísar uppgávur, skrásetir og viðger Norðoya Sparikassi persónsupplýsingar, sum vit fáa frá triðjaparti. Talan er m.a. um hesar upplýsingar:

  • Frá Landsfólkayvirlitinum og øðrum almennum myndugleikum og skráum. Vit skráseta og viðgera persónupplýsingarnar t.d. fyri at eftirkanna, um upplýsingarnar um teg eru rættar
  • Frá handlum, bankum, gjalds- og tænastuveitarum, tá tú brúkar tíni gjaldskort, netbankan ella aðrar gjaldstænastur. Vit skráseta og viðgera persónupplýsingarnar til at fremja gjaldingar og fyri at kunna gera kontuavrit, gjaldsyvirlit og líknandi

Víðarilating av persónsupplýsingum
Starvsfólk í Norðoya Sparikassa hava tagnarskyldu og tískil kunnu persónsupplýsingar um teg ikki latast víðari, uttan so at tú hevur givið okkum samtykki til tess, ella tá vit hava rætt til ella hava skyldu til at lata víðari upplýsingar sambært lóggávu. Upplýsingar um teg kunnu uttan títt samtykki latast víðari til:

  • Almennar myndugleikar, sum hava lógarheimild at biðja um upplýsingar, so sum TAKS, National enhed for Særlig Kriminalitet (NSK), Fíggjareftirlitið, Politiið og umframt hetta myndugleikar, sum hava heimild til at savna inn upplýsingar til hagfrøðilig endamál
  • Ávísar upplýsingar til aðrar fíggjarstovnar í sambandi við peningaflytingar

Upplýsingar um teg kunnu eisini latast víðari til dátuviðgerar hjá sparikassanum, t.d. KT-veitarar til hýsing og rakstur og aðrar samstarvsfelagar, har sparikassin hevur dátuviðgeraravtalur fyri at tryggja, at tíni rættindi eru vard, og at trygdarstigið er nøktandi og sambært lóggávu.

Hvørji eru míni rættindi?
Sambært dátuverndarlógini hevur tú hesi rættindi í sambandi við tað viðgerð, sum Norðoya Sparikassi fremur:

Rætturin til innlit: Tú hevur rætt til at fáa innlit í, hvørjar persónsupplýsingar vit viðgera um teg, og hví og á hvørjum grundarlagi upplýsingarnar verða viðgjørdar. Harvið hevur tú møguleika til at rætta møguligar skeivar upplýsingar um teg. Tú hevur eisini rætt at fáa upplýst, hvør fær upplýsingar um teg, um tær verða lætnar víðari, tó við teimum avmarkingum, sum lógin setur.

Rætturin til rætting: Tú hevur rætt til, at upplýsingar um teg verða rættaðar, um so er, at tær eru skeivar. Her hevur tú møguleika til at at venda tær til sparikassan og gera vart við hetta. Sparikassin hevur eisini skyldu til at rætta upplýsingar um teg, um hann gerst varugur við, at talan er um skeivar upplýsingar.

Rætturin til striking: Í ávísum førum hevur tú rætt til at krevja, at upplýsingar um teg verða strikaðar. T.d., tá tað ikki longur er neyðugt hjá sparikassanum at hava upplýsingar um teg fyri at røkka tí endamáli, tær vóru savnaðar inn til, ella tá sparikassin viðger upplýsingar um teg, grundað á títt samtykki, sum tú tekur aftur.

Rætturin til viðgerðaravmarking:  Sum kundi hevur tú í ávísum førum rætt til at krevja, at sparikassin avmarkar viðgerðina av upplýsingum um teg. At viðgerðin verður avmarkað, merkir m.a., at upplýsingarnar ikki kunnu viðgerðast á annan hátt enn at goymast.

Rætturin til dátuflyting: Viðger sparikassin persónupplýsingar um teg grundað á samtykki ella fyri at halda eina avtalu, og viðgerðin er sjálvvirkin, hevur tú rætt til at fáa fluttar tær upplýsingar, sum tú hevur latið sparikassanum til ein annan dátuábyrgdara uttan forðing. Upplýsingarnar skulu latast tær í einum vanliga nýttum og teldutøkum formi.

Rætturin til mótmæli: Tú hevur í ávísum førum rætt til at mótmæla, at persónupplýsingar um teg verða viðgjørdar. Um mótmælið er heimilað í lógini, hevur tað við sær, at viðgerðin av upplýsingum verður steðgað.

Rætturin til ikki at verða fyri sjálvvirkandi avgerðum og profilering: Tað merkir, at tú sum kundi hevur rætt til, at avgerðir, sum hava munandi ávirkan á teg, ikki einans eru grundaðar á sjálvvirkandi viðgerð.

Samtykki og rætturin at taka aftur samtykki
Samtykki er ein viðgerðarheimild, og tað merkir, at viðgerð av persónupplýsingum kann fara fram, um tú hevur givið samtykki til viðgerðina. Tú kanst tó altíð taka aftur samtykki við at venda tær til tín kundaráðgeva. Sparikassin kann tó, tá lógin heimilar tí, viðgera persónupplýsingar, sjálvt um tú ikki hevur givið samtykki.

Hvussu leingi verða persónupplýsingar goymdar?
Vit goyma persónsupplýsingar, so leingi tað er neyðugt í mun til tey endamál, sum upplýsingarnar vóru savnaðir inn til. Vit goyma tí tínar upplýsingar so leingi, vit veita tær eina fíggjarliga tænastu ella veiting. Velur tú at enda kundasambandið við Norðoya Sparikassa, so er tað sambært lóg álagt okkum at goyma tínar upplýsingar í 5 ár, eftir at kundasambandið er lokið. Hetta gera vit m.a. fyri at lúka krøv í roknskaparlógini og hvítvasklógini. Í ávísum førum goyma vit tínar upplýsingar longri, t.d. tá fyrningarfreistin í sambandi við avtalu um eina tænastu ella veiting er 10 ár, kunnu vit goyma upplýsingarnar í 10 ár. Vit eru eisini áløgd at goyma persónsupplýsingar longri, um hetta verður kravt av myndugleikum.

Viðgerð av persónupplýsingum talgilt
Norðoya Sparikassi nýtir elektronisku slóðina, sum tú leggur eftir tær, tá ið tú vitjar heimasíðuna og Netbankan hjá sparikassanum. Ein cookie er ein lítil tekstfíla, sum heimasíður brúka til at kenna aftur tína teldu. Eitt farspor er ikki eitt forrit, men ein óvirkin fíla og kann ikki spjaða virus ella onnur skaðilig forrit.

Tá tú vitjar heimasíðuna ella Netbankan hjá Norðoya Sparikassa, senda cookies hesar upplýsingar:

  • hvørja síðu, tú vitjar á ns.fo og nær
  • hvønn kaga, tú brúkar
  • hvørja upploysn tín skermur hevur
  • hvørja stýriskipan tín telda hevur
  • hvønn IP-bústað, tú hevur
  • hvørja Java-útgávu, tín telda hevur

Hesar upplýsingar verða bert nýttir í sambandi við okkara heimasíðu og til at gera hagtøl, sum m.a. verða nýtt til at betra um heimasíðuna.

Upplýsingar um cookies kunnu ikki brúkast til at savna persónsupplýsingar um teg. Ongar upplýsingar frá cookies verða latnar víðari ella seldar til triðja part. Tú kanst altíð siga nei til at brúka cookies á tínari teldu. Vit gera tó vart við, at uttan cookies kanst tú møguliga ikki nýta allar funkur á heimasíðu sparikassans.

Ynskir tú ikki at móttaka cookies frá heimasíðuni hjá Norðoya Sparikassa, kanst tú í kaganum, tú brúkar, har skráseta www.ns.fo á listan yvir heimasíður, tú ikki ynskir cookies frá. Samstundis er eisini møguleiki fyri í flestu kagum at strika cookies, sum kagin longu hevur lagt á telduna.

Um tú umvegis heimasíðuna hjá Norðoya Sparikassa ynskir samband, sendir okkum teldupost, ynskir faldarar ella annað tilfar, og í hesum sambandi upplýsir navn, teldupost, telefonnummar, p-tal ella annað, verða hesar upplýsingarnar bert nýttar til at viðgera og svara áheitan tíni. Tá hetta er avgreitt, verða upplýsingarnar strikaðar. Sama, tá tú umvegis heimasíðuna fyllir út oyðublað ella sendir umbøn um fígging, so skráseta vit tær upplýsingar, sum tú gevur okkum. Upplýsingarnar um umbøn um fígging umvegis heimasíðuna verða bronglaðar, og vit goyma upplýsingarnar í 72 tímar. Upplýsingarnar verða síðani skrásettar í kundaskipanini hjá okkum og goymdar eftir vanligu leiðreglum fyri goyming.

Cookies – Netbankin
Cookies, sum netbankin ger og nýtir, verða sjálvvirkandi strikaðar, tá ið tú letur kagan aftur. Tað er tí ikki nóg mikið bert at útrita úr netbankanum fyri at strika cookies í netbankanum. Gloymir tú at lata kagan aftur, eftir at tú hevur útritað teg úr netbankanum, kann innihaldið av cookies frá netbankanum ikki brúkast til at misbrúka netbanka tín. Hetta er eisini galdandi, hóast ein annar innritar seg í netbankan við somu teldu og kaga.

Netbankin kann ikki brúkast, uttan at cookies verða lagdar á telduna hjá tær. Í sambandi við, at tú brúkar Netbankan hjá Norðoya Sparikassa, góðkennir tú samstundis, at cookies verða lagdar á telduna.

Soleiðis strikar tú cookies
Ynskir tú at strika cookies, kanst tú gera tað umvegis internetkagan. Her eru vegleiðingar til teir mest brúktu kagarnar:

Vegleiðing til at strika cookies á Internet Explorer

Vegleiðing til at strika cookies á Google Chrome

Vegleiðing til at strika cookies á Firefox

Vegleiðing til at strika cookies á Safari

MínPeningur/Kidsapp (privacy policy)

Upplýsingar um brúkaran

Hesar upplýsingar verða sendar til skipanina (SDC, ið er KT-veitari sparikassans):

a. P-tal

b. PIN (PIN stovnað fyri at fáa atgongd til MínPeningur avtaluna)

Hesar upplýsingar móttekur appin í samband við nýtslu:

a. Kontu og bókingarupplýsingar

b. kontunummur

c. saldur

d. einstakar bókingarupplýsingar:

i. bókingartíðarfesting

ii. bókingartekstur / viðmerking

iii. upphædd

Upplýsingar til greiningarendamál
Hesar upplýsingar um brúkarans nýtslu verða goymdar til greiningarendamál.

Upplýsingar um eindina, sum verður brúkt. T.e. telefon ella teldil.

- Install ID, sum eyðmerkir app-installatiónina. Hetta broytist ikki, so leingi appin er á eindini. Heldur ikki, um appin verður dagførd. Um appin verður strikað og løgd innaftur á eindina, verður nýtt install-ID tillutað.

- Málstilling: Í sambandi við heintan av tekstum til appina, tillagar hon seg til málið á eindini.

- appVersion og appBuild: Versiónsnummar av appini.

- osName/osBuild/osVersion: Stýriskipan og versiónsnummar av hesari

- timeZoneOffset: Tíðarsonan, sum eindin er í.

- carrierName/carrierCountry: Navn og landakota hjá televeitara.

- oemName/modell: Navn á telefonframleiðara og modellnavn.

- screenSize: Skermupploysn á eindini.

Upplýsingar um nýtslu
Hesar upplýsingar/hendingar lýsa nýtsluna til greiningarendamál

- Sessionstart: Tíðareyðmerking fyri, nær appin verður latin upp

- Síðuvísing: Hvørja ferð, brúkarin letur eina síðu upp í appini, verður hetta skrásett sum ein hending

- Feilfráboðanir: Tá onkur feilur kemur fyri, verða feilboð víst.

Móttakarar af persónsupplýsingum
Norðoya Sparikassi
App versiónsnummar: Tá appin letur upp, verður fyrispurningur sendur fyri at kanna, um versiónsnummar er galdandi, ella ov gamalt (um versiónin er ov gomul, verða boð víst um at dagføra)

SDC
Innritan: Í sambandi við innritan verður p-tal og PIN sent til SDC fyri at geva brúkaranum atgongd. Hesar upplýsingar verða nýttar til innritan, og verða sostatt deildar við SDC:

a. P-tal

b. PIN (stovnað í samband við atgongd til avtalu)

Microsoft Appcenter
Upplýsingar um nýtslu: Upplýsingar, nevndar omanfyri, verða goymdar í Microsoft App Center. Kontan, sum hetta verður sent til, er skrásett í navninum hjá SDC.

Tú kanst finna meira kunning um farspor og vegleiðing um, hvussu tú gert sporingina av farsporum óvirknað á heimasíðu okkara.

Tá tú vitjar okkara facebooksíðu, savnar og viðger facebook persónupplýsingar um teg, sum lýst í dátupolitikkinum og cookiepolitikkinum hjá facebook. Upplýsingarnar verða savnaðar við, at facebook leggur út cookies á tína teldu ella eind og savnar upplýsingar. Hetta hendir, tá tú ert virkin á okkara facebooksíðu, eitt nú við at “dáma”, “deila” ella at gera viðmerking til eitt hvørt, vit hava lagt á síðuna. Slík cookies eru virkin í tvey ár, um tú ikki strikar tey.

Facebook brúkar upplýsingarnar til at menna lýsingar teirra og til at laga marknaðarføring teirra til facebooksíðu okkara. Vert er at hugsa um, at tá tú skrivar til okkum á Facebook, so kann sparikassin ikki brongla, verja, rætta ella strika tínar upplýsingar. Vit mæla tí til, at tú í staðin ringir til okkum á tel. 475000.

Kæra í sambandi við viðgerð av persónupplýsingum
Um tú hevur spurningar um, hvørji rættindi tú hevur, og hvussu vit viðgera tínar persónsupplýsingar, ert tú vælkomin at venda tær til Norðoya Sparikassa á tel. 475000 og tosa við okkara dátuverndarfólk ella at senda ein teldupost til dpo@ns.fo

Tú hevur eisini rætt til at kæra til Dátueftirlitið, um tú ikki ert nøgd/nøgdur við sparikassans viðgerð av tínum persónupplýsingum:

Dátueftirlitið
dat@dat.fo
Heiðavegur 25
FO-600 Saltangará
Tlf.: +298 309 100

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

475000

Send teldupost