Mastercard Debit
Mastercard Debit-kortið hevur nógvar møguleikar og er eisini eitt gjaldkort til tín, ið er yngri enn 18 ár.
Skalt tú út at ferðast, er altíð gott at hava tvey ymisk gjaldkort við tær. Mastercard Debit er tí gott aftrat, um tú hevur eitt Visa/Dankort frammanundan.
Við Mastercard Debit Standard kunnu ung undir 18 ár trygt fara út at ferðast uttan at hava fremmand gjaldoyru við sær. Ung undir 15 ár tó við heimild frá foreldrum/verjum.
Standard, Gull og Platinum
Sparikassin bjóðar trý ymisk Mastercard Debit-kort. Mastercard Debit Standard, Mastercard Debit Gull og Platinum. Mastercard Debit Gull og Platinum hava bæði ferðatryggingar knýttar afturat. Við Mastercard Debit Platinum kanst tú eisini fáa Priority Pass.
Priority Pass – atgongd til loungir kring allan heimin
Við Priority Pass hevur tú sum ferðandi atgongd til meir enn 600 loungir kring allan heimin. Í Danmark fært tú atgongd til loungirnar á flogvøllunum í Billund og Keypmannahavn.
Priority Pass fæst bert saman við Mastercard Debit og Kredit Platinum. Tosa við okkum, vilt tú vita meir um Priority Pass, ella trýst her.
Tú kanst lesa meira um kortini her:
Mastercard Debit Standard
- ✓ Saldueftirlit
- ✓ Útgjald í sjálvtøku upp til 5.000 kr. um dagin
- ✓ Keyp upp til 30.000 kr. í handlum og á netinum um dagin
Mastercard Debit Gull
- ✓ Saldueftirlit
- ✓ Útgjald í sjálvtøku upp til 6.000 kr. um dagin
- ✓ Keyp upp til 50.000 kr. í handlum og á netinum um dagin
- ✓ Ferðatryggingar
Mastercard Debit Platinum
- ✓ Saldueftirlit
- ✓ Útgjald í sjálvtøku upp til 10.000 kr. um dagin
- ✓ Keyp upp til 250.000 kr. í handlum og á netinum um dagin
- ✓ Ferðatryggingar
- ✓ Priority Pass
Hvar kann kortið nýtast?
Kortið kann nýtast bæði í handlum og peningasjálvtøkum í Føroyum, uttanlands og á alnetinum.
Kostnaður
Mastercard Debit-kortið er ókeypis fyri tey, ið eru yngri enn 18 ár.
Sí kostnaðir fyri MasterCard Debit her.
Kostnaður at taka pening út í sjálvtøkum:
- Norðoya Sparikassi kr. 0,00
- Aðrir peningastovnar í Føroyum kr. 2,00
- Danmark kr. 5,00
- Uttanlands 1 % av úttiknari upphædd, tó í minsta lagi kr. 30,00 + vekslingargjald, sum er 1 %.
Góð ráð
Við kortinum fært tú eitt loynital, ið bert tú kennir. Tá ið tú brúkar kortið, skalt tú brúka loynital ella undirskrift. Umráðandi er, at eingin annar enn tú veit loynitalið. Tí má loynitalið ongantíð goymast saman við kortinum.
Trýst her og fá fleiri góð ráð um kort.
Fyrimunir
Nakrir fyrimunir eru við Mastercard Debit. Tú kanst lesa meir um teir á heimasíðuni www.lpmastercard.dk ella við at trýsta her.
Mastercard Debit sum myndakort
Til ber eisini at mynda Mastercard Debit-kortið, so tú fært títt heilt persónliga gjaldskort. Tú kanst bíleggja Mastercard Debit sum myndakort við at trýsta her.
Spurningar
Hevur tú spurningar um Mastercard Debit-kortið, kanst tú seta teg í samband við okkum ella hyggja á www.lpmastercard.dk.
Gev gætur
Mastercard Debit-kortið kann ikki nýtast náttina til 2. sunnudag í hvørjum mánaði millum kl. 1.00 og kl. 5.00. SDC dagførir skipanir sínar hetta tíðarskeiðið, og tí er ikki atgongd til on-line skipanirnar.
Kort burturmist
Missir tú kortið burtur, skalt tú beinanvegin siga sparikassanum frá. Missir tú kortið burtur, tá ið sparikassin er stongdur, skalt tú seta teg í samband við Nets kundatænastuna á tlf. +45 44 89 27 50, sum svarar alt samdøgrið.
Kontaktleys gjalding
Við "kontaktleysari" gjalding kanst tú gjalda við Mastercard, uttan at kortið nertir við kortterminalin og uttan at nýta PIN-kotu ella undirskrift. Mastercard verður dagført við einum sendara í flísini, so tað einasta, tær nýtist at gera, er at halda kortið ímóti kortterminalinum. Tá kortterminalurin vísir OK, er keypið framt, og tú fært eina kvittan.
Kortterminalar merktir við hesum frámerki kunnu nýtast til “kontaktleysa” gjalding:
Í mesta lagi kr. 225
"Kontaktleys" gjalding kann brúkast til at gjalda upphæddir upp til kr. 225. Skalt tú gjalda upphæddir yvir kr. 225, mást tú brúka PIN-kotu.
Sama hvussu nógvan pening talan er um, ger tú sjálv/ur av, um tú vilt nýta "kontaktleysa" gjalding, ella um tú rindar við flís/undirskrift sum vanligt.
Trygd
Er kortið burturmist og verður misbrúkt av øðrum í einum “kontaktleysum” kortterminali – upphæddir undir kr. 225 – heftir tú ikki fyri upphæddina. Í hesum føri rindar tú heldur ikki sjálvsábyrgd.