Grønt bústaðarlán
Hevur tú bústað við grønari orkuskipan, t.d. jarðhita, fjarhita ella hitapumpu, er Grøna bústaðarlánið ein góð og bílig loysn. Við Grøna bústaðarláninum fært tú lægri rentu enn við vanliga Bústaðarláninum. Tú kanst leggja títt vanliga Bústaðarlán um til eitt Grønt bústaðarlán, um bústaðurin hevur grøna orkuskipan.
Lánið hevur broytiliga rentu og fasta afturgjaldstíð.
Upp til 80 % av bústaðarvirðinum kann veitast við Grønum bústaðarláni. Er lánsfíggingin størri enn tað, verður restin fíggjað við øðrum bústaðarláni.
Sí kostnað fyri at stovna Grønt bústaðarlán her
Ynskir tú at vita meira um Grøna bústaðarlánið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Orkulán
Orkulánið er til tín, sum ynskir at gera orkuberandi íløgur í tín bústað, so sum at skifta vindeygu, tekju, klædning, bjálva bústaðin ella umleggja til grøna orkuskipan.