Vit hjálpa tær í gongd

At seta pening í virðisbrøv gevur tær størri møguleikar at fáa meira burturúr tíni samansparing.

Íløgurnar kunnu setast saman á ymiskan hátt, og umráðandi er at hava í huga, at avkast og váði hanga saman.

Vit í Norðoya Sparikassa leggja dent á persónliga vegleiðing. Støkk inn á gólvið, so vit í felag finna tín íløguprofil.

Íløguprofilurin verður m.a. ásettur út frá hesum:

  • Váðafýsni
  • Tíðarskeiði fyri íløgu
  • Burðardygd

Í samstarvi við BankInvest kunnu okkara ráðgevarar innan íløgur hjálpa tær at seta pening í íløguprógv frá BankInvest.

Við at nýta BankInvest sum íløgufelag minkar váðin munandi. Íløguprógvið er samansett av nógvum ymiskum virðisbrøvum, og
hetta hevur við sær, at váðin verður spjaddur og minkar tískil.


Optima

BankInvest bjóðar Optima, sum kann bólkast í 6 váðabólkar. Hesir eru m.a. samansettir av partabrøvum og lánsbrøvum. Út frá tínum íløguprofili finna vit út av, hvat íløguprógv hóskar tær best.

      

Vinningur av partabrøvum er skattskyldug inntøka, ið verður skattað eftir serligum reglum. Heilt stutt kann sigast, at privatfólk rinda 35 % í skatti av tílíkari inntøku og at FIFO-princippið er galdandi. Feløg rinda 18 %.

Víst verður til kapitalvinningslógina her.

Okkara samstarv við BankInvest hevur við sær, at Norðoya Sparikassi móttekur upp til 0,55 % í leypandi provisjón av útvaldum íløguprógvum.