Mín peningur
Mín peningur er ein ókeypis app, sum er ætlað børnum frá 10 árum. Við appini
kann barnið við telefonini fylgja við peninganýtsluni og samansparingini á
kontuni og á tann hátt gerast tilvitað um peningalig viðurskifti.
Um Mín peningur
Við appini ber til at:
-
síggja salduna á kontuni
-
síggja nýtsluna á kontuni
-
skifta bakgrundsmynd
-
skifta vangamynd
Tað ber ikki til at gera flytingar við appini. Tí er eingin vandi fyri, at barnið av óvart flytur pening av kontuni. Foreldur gera av, hvør konta er knýtt at appini.
Soleiðis fært tú Mín peningur
Heinta appina í App Store ella Google Play.
Stovna ein brúkara við at fylla út oyðublaðið niðanfyri og send okkum tað. Síðan seta vit okkum í samband við teg.