Norðoya Sparikassi

Norðoya Sparikassi vil hava kundarnar fremst í huga. Sparikassin hevur altíð virkað sum ein lokalur peningastovnur, ið leggur herðslu á, at avgerðir verða tiknar á staðnum, av staðkendum fólki og at allar mannagongdir eru smidligar, soleiðis at vit altíð kunnu bera skjótt at.

Innlánskonta til ábyrgdarar

Nú kunnu ábyrgdarar, ið eiga minst 30.000 kr. í ábyrgdarpeningi, fáa eina innlánskontu við hægri rentu. Innlánskontan til ábyrgdarar hevur 12 mðr. uppsagnartíð. Kontan hevur broytiliga rentu og er bert ætlað privatkundum.