Young Money til børn og ung í aldrinum 7-17 ár

Young Money er ein nýggj ókeypis app til barnafamiljur. Appin er til børn og ung í aldrinum 7-17 ár og foreldur/verja hjá barninum.

Young Money er ein peninga- og læringarheimur, sum á ein einfaldan og stuttligan hátt hjálpir børnum at menna góðar peningavanar og fáa eina betri fatan av pengum.

Appin er sniðgivin til at geva eitt skjótt yvirlit yvir samansparing og nýtslu. Hetta eggjar børnunum til at fylgja við í, hvat peningurin verður brúktur til.

Young Money gevur eisini barninum møguleika at seta síni egnu mál til samansparing, sum bæði barn og foreldur/verji kunnu síggja í appini.

 

Við appini kann barnið:
  • Fáa lummapening
  • Síggja saldu á kontuni og fylgja við nýtsluni
  • Biðja foreldur/verja um pening
  • Stovna og fylgja sínum samansparingarmálum
  • Fáa uppgávur frá foreldrum/verja
Frá 13-ára aldri av kann barnið eisini:
  • Flyta pening millum egnar kontur
  • Skjóta upp uppgávur fyri foreldrum/verja
  • Fáa áminning um, hvør skyldar hvørjum pening 
Við appini kunnu foreldur/verji:
  • Fylgja við nýtslu og samansparingarmálum hjá barninum
  • Flyta barninum pening
  • Stovna barninum uppgávur
  • Senda peningagávur til barnið
  • Stovna fasta lummapeningaflyting
Fyri at kunna brúka appina skulu hesar treytir vera loknar:
  • Foreldur/verji og barn eru kundar í Norðoya Sparikassa
  • Foreldur/verji er skrásett sum foreldur/verji hjá barninum í Norðoya Sparikassa
  • Foreldur/verji hevur fulltrú at ráða yvir kontunum hjá barninum í netbankanum hjá Norðoya Sparikassa
  • Foreldur/verji og barn hava kontu, sum kann brúkast á Young Money-appini
  • Barnið er 7-17 ár
Soleiðis kemur tú í gongd:

Fyri at fáa atgongd til Young Money-appina krevst, at foreldur/verji og barnið hava eina snildfon ella teldil.
  • Appin kann takast niður her:

  • Foreldur/verji skal góðtaka treytirnar fyri Young Money og síðani rita inn á Young Money-appina við Samleikanum. Síðani skal foreldur/verji velja eitt persónligt loynital
  • Barnið skal við sínari snildfon ella teldli skanna eina QR-kotu á appini hjá foreldri/verja og stovna sítt egna loynital at rita inn á appina við
  • Foreldur/verji kann velja nýtt loynital á sínari Young Money-app, um barnið gloymir loynitalið
  • Loynitalið er persónligt og má ikki latast øðrum enn barninum. Loynitalið má ikki skrivast niður
  • Foreldur/verji og barn kunnu velja at brúka andlitslesara ella fingramerki at rita inn við

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

475000

Send teldupost