Norðoya Sparikassi hækkar renturnar
Danski Tjóðbankin hækkaði rentuna við 0,25 %-stigum tann 10. septembur 2026, og tí hækka inn- og útlánsrentur í Norðoya Sparikassa eisini.
Inn- og útlánsrentur hækka við upp til 0,25 %-stigum fyri bæði privat- og vinnukundar.
Broytingarnar koma í gildi tann 3. novembur 2026.
Rentuyvirlitið á heimasíðu sparikassans verður dagført, tá ið broytingarnar koma í gildi.
NORÐOYA SPARIKASSI
