Keyp og sel sjálv/ur
At seta pening í virðisbrøv gevur tær størri møguleikar at fáa meira burturúr tíni samansparing.
Íløgurnar kunna setast saman á ymsan hátt, og umráðandi er at hava í huga, at váði og avkast hanga saman.
Tað er sera lætt og ómakaleyst at gera virðisbrævaíløgur í netbankanum hjá Norðoya Sparikassa.
Við netbankanum kanst tú keypa og selja partabrøv, lánsbrøv og íløguprógv. Úrvalið er sera stórt.
Avtalur, sum sparikassin hevur við útlendskan stovn, gera, at tú fært beinleiðis atgongd til fleiri virðisbrævamarknaðir. Tað er skjótt at gera ein virðisbrævahandil, og netbankin gevur tær gott yvirlit yvir tínar goymslur.
Soleiðis kemur tú í gongd við at gera íløgur:
- Set teg í samband við okkum fyri at stovna tær eina goymslu. Tú fært síðani eini boð um at skriva undir talgilt í netbankanum
- Eftir 24 tímar kanst tú rita inn í netbankan og trýsta á “Íløgur”
- Í teiginum “Leita í virðisbrøvum” kanst tú leita eftir virðisbrøvum
- Vel eitt virðisbræv og trýst á “Keyp”
- Vel síðani upphædd ella stykkir og trýst aftur á “Keyp”
Fyrimunir við íløgum gjøgnum netbankan:
- Keypa og selja virðisbrøv
- Dagførdir marknaðarkursir
- Lægri kostnaðir
- Tú kanst fylgja við í netbankanum
- Atgongd til virðisbrævakunning
- Atgongd til fleiri keypsskálar
Vinningur av partabrøvum er skattskyldug inntøka og verður skattaður eftir serligum reglum. Heilt stutt kann sigast at privatfólk rinda 35 % í skatti av tílíkari inntøku og at FIFO-meginreglan er galdandi. Feløg rinda 18 %.
Víst verður til kapitalvinningslógina her.
Sí kostnaðir her.