Innlánskonta til ábyrgdarar
Nú kunnu ábyrgdarar, ið eiga minst 30.000 kr. í ábyrgdarpeningi, fáa eina innlánskontu við hægri rentu. Innlánskontan til ábyrgdarar hevur 12 mðr. uppsagnartíð. Kontan hevur broytiliga rentu og er bert ætlað privatkundum.
Tíðindi

03.07.2026
Norðoya Sparikassi hækkar renturnar
Danski Tjóðbankin hækkaði rentuna við 0,25 %-stigum tann 12. juni 2026, og tí hækka inn- og útlánsrentur í Norðoya Sparikassa eisini.

03.07.2026
Jonna L. Gerðisá hevur lokið bankaútbúgving
Jonna L. Gerðisá hevur lokið bankaútbúgving og fekk handað prógv á deild okkara í Havn.

26.06.2026
Broyting í viðskiftatreytunum
Vanligu viðskiftatreytir okkara verða broyttar, og broytingarnar koma í gildi tann 1. august 2026.

19.05.2026
Avmarkað avgreiðsla fríggjadagin 22. mai
Vegna starvsfólkatiltak eru deildirnar hjá Norðoya Sparikassa ikki opnar fríggjadagin 22. mai.
