Netbankin

Við netbankanum frá Norðoya Sparikassa kanst tú avgreiða fíggjarligu viðurskifti tíni alt samdøgrið.

Fyrimunir

Tú kanst nýta netbankan til m.a.:

  • Síggja saldu
  • Gjalda rokningar
  • Síggja komandi gjaldingar
  • Gera flytingar
  • Stovna fastar flytingar
  • Undirskriva skjøl
  • Síggja bókingar
  • Gera flytingar, hópflytingar og lønarflytingar
  • Biðja um uttanlandsflyting (SWIFT flyting)
  • Gjalda FI-kort eins og hesi kunnu meldast til GjaldSkipanina
  • Síggja skjalagoymslu
  • Skriva trygt til okkum
  • Gera íløgur
Trygd

Norðoya Sparikassi ger í samstarvi við føroysku peningastovnarnir og SDC nógv til tess at tryggja netbankan sum best, og samstundis eru nakrar trygdarloysnir til tín, har tú kanst tryggja teldu tína ímóti teldusníkum sum heild.

Rita inn við Samleikanum

Tú ritar inn í netbankan við Samleikanum. Hevur tú ikki samleikan? Fá tær Samleikan her.

Hjálp til Samleikan?

Tørvar tær hjálp til Samleikan, ber til at ringja 1881 gerandisdagar kl. 08.00 - 16.00.

Prísir og treytir

Sí tænastugjøld fyri netbankatænastur her.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

475000

Send teldupost