MasterCard Business
MasterCard Business fæst í trimum útgávum:
- MasterCard Standard Business
- MasterCard Gull Business
- MasterCard Platin Business
MasterCard Business kann útflýggjast fyritøkum ella sjálvstøðugum vinnurekandi. Kortið kann útflýggjast øllum starvsfólkum, ið tørvar tað.
Við MasterCard Business sleppur fyritøkan undan at stríðast við kvittanir, avrokningar o.s.fr., sum skulu gerast upp hvønn mánað.
Les meira um MasterCard Business her.
MasterCard konta
Fyri hvørt MasterCard verður ein MasterCard-konta stovnað.
Hvat kann kortið nýtast til?
Tað er skilagott at hava eitt MasterCard, tá ið tú skalt út at ferðast. Nógvar tryggingar og avsláttarmøguleikar eru knýtt at MasterCard. T.d. eru hesar tryggingar knýttar at kortunum: flogfar/viðføri er seinkað , uttanlandsferð verður avlýst, ferðavanlukka, boðsendur at koma heim o.s.fr.
Fyritøkan kann brúka MasterCard Business til at rinda fyri ymiskt. T.d. at keypa amboð, flogferðaseðlar, gisting, hýruvognskoyring o.s.fr.
Hvar kann kortið brúkast?
Við MasterCard kanst tú gjalda í 29 mió. ymiskum støðum kring allan heimin. Tað kann vera í handlum, matstovum o.ø. Í Føroyum ber til at gjalda fyri vørur og tænastur hjá gjaldsmóttakarum, ið taka ímóti MasterCard. Skalt tú uttanlands, er skilagott at taka tvey ymisk gjaldkort við tær, og eitt MasterCard er eitt skilagott ískoyti, um tú t.d. longu hevur Visa/Dankort. Harumframt kanst tú gjalda við MasterCard á alnetinum.
Kredittur
Við MasterCard hevur tú kreditt til tær gjaldingar, ið tú gert við kortinum. Nýtslan verður gjørd upp 20. í hvørjum mánaði og goldin beint eftir hvørt mánaðarskifti. Hetta merkir, at tú í 42 dagar hevur rentuleysan kreditt at nýta.
Avsláttur
MasterCard hevur gjørt avsláttaravtalur við fleiri matstøð, handlar og alnethandlar. Tú skalt bara gjalda við tínum MasterCard, so fært tú avslátturin.
Les meira um avsláttarmøguleikarnar her.
Hvussu fái eg MasterCard?
Um tú vilt fáa MasterCard, ert tú vælkomin inn í eina av deildum okkara at fylla út eina umsókn og geva okkum hana. Tú kanst eisini taka niður umsóknarblaðið, sum er viðfest niðanfyri, prenta og fylla tað út og koma inn í eina av deildum okkara við tí.
Treytir fyri at fáa eitt MasterCard
Skal tú hava MasterCard, er neyðugt at lúka galdandi treytir. Tú skalt vera fylt/ur 18 ár og vera góðkend/ur í kredittmeting.
Priority Pass – atgongd til loungir kring allan heimin
Við Priority Pass hevur tú sum ferðandi atgongd til meir enn 600 loungir kring allan heimin. Í Danmark fært tú atgongd til loungirnar á flogvøllunum í Billund og Keypmannahavn.
Priority Pass fæst bert saman við MasterCard Platin. Tosa við okkum, um tú vilt vita meira um Priority Pass ella trýst her.