Vanligar viðskiftatreytir

 

Vælkomin í Norðoya Sparikassa.

Vanligu viðskiftatreytirnar eru galdandi fyri øll viðurskifti millum teg og Norðoya Sparikassa, uttan so, at annað er avtalað í serstakari avtalu, sum t.d. inn‐ ella útlánsavtalu, íløguavtalu ella gjaldsmiðlanaravtalu.

1. At gerast kundi í Norðoya Sparikassa

Tá ið tú gerst kundi í Norðoya Sparikassa, skalt tú útfylla eitt oyðublað har m.a. navn, bústaður og persónstal (P‐tal) verða upplýst. Upplýsingarnar skulu prógvast við at lata avrit av eitt nú passi, koyrikorti, persónstalskorti, dópsváttan ella navnabrævi. Er talan um einstaklingavirki, skal V‐tal eisini upplýsast.

Er talan um løgfrøðiligan persón, herundir fyritøkur, feløg, stovnar og grunnar, skal upplýsast navn, bústaður og V‐tal. Harumframt skal útflýggjast avrit av eigarayvirliti, tekningarútskrift, fulltrúum, viðtøkum eins og seinasta roknskapi felagsins. Umframt hetta skulu nevnd, stjórn og fulltrúar felagsins lata samleikaupplýsingar.

Norðoya Sparikassi skal eisini hava upplýsingar um, hvat kundaviðurskiftið við teg fevnir um og vavið av hesum.

2. Innsavnan og viðgerð av upplýsingum

Tagnarskylda

Starvsfólk hjá Norðoya Sparikassa hava tagnarskyldu um viðurskifti tíni. Starvsfólk mugu ikki óheimilað útflýggja upplýsingar, sum tey í starvi sínum hava fingið kunnleika til. Reglurnar fyri tagnarskyldu fylgja lógini um fíggjarligt virksemi.

Starvsfólk kunnu tó útflýggja upplýsingar til almennar myndugleikar, sum t.d. TAKS, í tann mun, lógarásetingar áleggja hetta.

At geva upplýsingar víðari

Til tess at kunna halda avtalur við teg, t.d. um flyting av peningi til onnur, verða tær upplýsingar um teg latnar øðrum, sum eru neyðugar til at eyðmerkja teg og útinna avtaluna.

Upplýsingar verða latnar almennu myndugleikunum í tann mun, lóggávan krevur tað t.d. upplýsingar til skattamyndugleikarnar.

Vanligar upplýsingar um tíni kundaviðurskifti, sum t.d. navn, bústaður og P‐tal v.m., kunnu latast øðrum í sambandi við umsitingarligar uppgávur, t.d. í sambandi við kredittmeting og kundaumsiting samsvarandi lóg um fíggjarligt virksemi.

Innlit í viðgerð av persónsupplýsingum

Tú hevur altíð rætt til at fáa upplýst, hvørjar upplýsingar Norðoya Sparikassi viðger um teg. Um tú ynskir skrivligt svar, kann Norðoya Sparikassi krevja eitt tænastugjald.

Feilir í upplýsingum um teg

Um sparikassin varnast, at tað er feilur í upplýsingunum um teg, ella at upplýsingarnar eru villleiðandi, verða upplýsingarnar rættaðir.

Mótmæli móti marknaðarføring

Tú kanst altíð boða sparikassanum frá, at tú ikki ynskir at móttaka tilfar í sambandi við marknaðarførslu av Norðoya Sparikassa.

Klaga um viðgerð av persónsupplýsingum

Um tú ert misnøgd/ur við viðgerðina av persónsupplýsingum o.ø. í Norðoya Sparikassa, kanst tú klaga til:

Norðoya Sparikassi
Ósávegur 1
Postsmoga 149
FO‐700 Klaksvík
Teldupostur: dpo@ns.fo

ella

Dátueftirlitið
Sigmundargøta 13
Postboks 300
FO‐110 Tórshavn

3. Rentur

Rentutreytir

Tú móttekur og/ella rindar rentu av innlánum og av lánum og kredittum. Hetta merkir, at vit kunnu eisini rokna negativa rentu av innlánum á tínum kontum. Rentan á einstøku innláns‐ og útlánskontunum er skiftandi, uttan so, at annað er nágreiniliga avtalað. At rentan er skiftandi, merkir, at sparikassin til hvørja tíð kann broyta rentustigið. Rentustigið er treytað av kontuslagi, eins og rentustigið fyri alla kontuna kann vera treytað av salduni á kontuni.

Tú kanst fáa upplýsingar um rentustigini fyri tey einstøku sløgini av inn‐ og útlánum á heimasíðuni www.ns.fo ella við fyrispurningi til starvsfólk sparikassans.

Broyting av skiftandi rentustigi

Norðoya Sparikassi kann broyta skiftandi rentustig uttan fráboðan, um broytingin er til fyrimunar fyri teg.

Norðoya Sparikassi kann lækka skiftandi rentustig á innláni og hækka skiftandi rentustig á útláni uttan fráboðan, um

  • inn‐ ella útlendskar broytingar í peninga‐ ella kredittpolitikki hava týdning fyri Norðoya Sparikassa, tí vanliga rentustigið ávirkast, t.d. at Tjóðbankin broytir rentustig, ella
  • onnur broyting í vanliga rentustiginum, t.d. á peninga‐ ella lánsbrævamarknaðinum, hevur týdning fyri Norðoya Sparikassa, ella
  • broytingar í skattum og avgjøldum hava týdning fyri Norðoya Sparikassa.

Norðoya Sparikassi kann, við eini fráboðanarfreist á ein mánað fyri privatkundar og 14 dagar fyri vinnukundar, lækka skiftandi rentustig á innlánum og hækka skiftandi rentustig á útlánum, um

  • marknaðarlig viðurskifti hava við sær eina broyting fyri eitt ella fleiri kontusløg,
  • tey viðurskifti, sum vórðu løgd til grund, tá ið rentutreytir tínar vórðu ásettar, broytast, ella
  • Norðoya Sparikassi broytir sína vanligu rentu‐ og prísáseting av handilsligum orsøkum, uttan at tað hevur samband við gongdina í vanliga rentustignum. Handilsligar orsøkir kunnu m.a. vera at fáa meiri gagnliga nýtslu av sparikassans tilfeingi ella orku ella at bøta um raksturin hjá Norðoya Sparikassa.

Tú fært upplýsing um broytingar í skiftandi rentustigi á heimasíðuni hjá Norðoya Sparikassa, www.ns.fo, við brævi ella við lýsingum í føroyskum fjølmiðlum.

4. Rentuútrokning, rentudagfesting og rentutilskriving

Norðoya Sparikassi ger eina dagliga rentuútrokning fyri hvørja einstaka kontu á henda hátt:

  • Salda x áljóðandi rentu/veruliga dagatalið í árinum
  • Hvør mánaður verður roknaður við tí veruliga dagatalinum
  • Tá ið dagliga saldan verður gjørd upp, tekur Norðoya Sparikassi støði í rentudagfestingini fyri konturørslunum
  • Rentudagfestingin er tann dagurin, tá ið eitt inngjald, útgjald ella onnur konturørsla ávirkar rentuútrokningina á einari kontu

Sum útgangsstøði galda hesar reglur:

  • Leygardagar, sunnu‐ og halgidagar, flaggdagur, grundlógardagur, ólavsøkuaftan, ólavsøkudagur, jólaaftan og nýggjársaftan eru ikki avgreiðsludagar í Norðoya Sparikassa.
  • Tá ið tú rindar inn í reiðum peningi ella við gjaldskorti á eina kontu í Norðoya Sparikassa, er fyrsti arbeiðsdagur eftir inngjaldið rentudagfesting.
  • Tá ið tú fært útgoldið í reiðum peningi ella við korti av kontu tíni í Norðoya Sparikassa, er avgreiðsludagurin rentudagfesting.
  • Tá ið tú tekur út við korti í sjálvtøkum hjá Norðoya Sparikassa, er tann dagurin, tá útgjaldið fer fram, rentudagfesting.
  • Tá ið tú nýtir kortið í kortgreiðslu í handlum, er tann dagurin, tá ið kortið verður brúkt, rentudagfesting.
  • Tá ið tú flytir pening millum egnar kontur í Norðoya Sparikassa, er avgreiðsludagurin rentudagfesting fyri báðar kontur.
  • Tá ið tú fært løn, almennar veitingar o.a. er rentudagfesting fyrsti avgreiðsludagur eftir inngjaldið.
  • Tá ið tú fært aðrar flytingar frá kontu í øðrum føroyskum peningastovni, er rentudagfestingin fyrsti avgreiðsludagur eftir, at flytingin er móttikin.


Rentutilskriving


Rentan á innlánum verður vanliga tilskrivað hvønn ársfjórðing. Tó kunnu serlig undantøk vera, har innlánsrentur verða tilskrivaðar hálvárliga ella árliga.

Rentutilskriving verður gjørd við at leggja dagligu rentuútrokningarnar saman og góðskriva ella skuldskriva kontu tína. Rentutilskriving er býtt upp í rentu á kontustøði og rentu á kundastøði.

Renta á kontustøði: Allar kontur hava eina rentu á kontustøði. Rentan verður tilskrivað ásettu kontuna. Fyrsti avgreiðsludagur eftir rentutilskrivingina er rentudagfesting.

Renta á kundastøði: Fyri flestu innlánskontur er galdandi, at innistandandi verður rentað á kundastøði. Hetta merkir, at dagliga rentuútrokningin tekur hædd fyri samlaðum innistandandi á hesum kontum og tilskrivar upphæddina á eina ávísa innlánskontu, sum er skrásett sum sumrentukonta. Óansæð um innlánsrentan er positiv ella negativ, verður hon sostatt roknað út frá samlaðum innistandandi.

Rentan á útlánum verður vanliga tilskrivað hvønn ársfjórðing ella hvørt hálva ár. Rentutilskrivingardagurin sæst á lániskjalinum.

Rentutilskrivingin verður gjørd við at leggja dagligu rentuútrokningarnar saman og skuldskriva kontu tína. Rentutilskrivingardagurin er rentudagfesting.

Rentutilskrivingin sæst á kontuyvirliti ella aðrari uppgerð.

Norðoya Sparikassi kann gera av, at rentuupphæddir undir ávísa stødd ikki verða tilskrivaðar kontuni.

Tá konta verður uppgjørd, verður renta tilskrivað í sambandi við uppgerðina.

5. Tænastugjøld

Norðoya Sparikassi kann rokna sær gjøld fyri tænastuveitingar, ið verða gjørdar fyri teg. Norðoya Sparikassi kann eisini rokna sær gjøld fyri at svara spurningum frá almennum myndugleikum.

Gjøldini verða annaðhvørt kravd sum føst upphædd fyri tænastuna, sum prosentpartur ella sum tímagjald alt eftir, hvussu umfatandi tænastan er. Útrokningarhættirnir kunnu setast saman.

Vanligu gjøldini síggjast á tænastugjaldsyvirliti, sum sæst á heimasíðuni hjá Norðoya Sparikassa. Onnur avgjøld verða upplýst eftir fyrispurningi.

At broyta tænastugjøld

Norðoya Sparikassi kann altíð lækka tænastugjøld uttan at boða frá.

Framhaldandi tænastugjøld, sum eru ein partur av galdandi sáttmálaviðurskiftum, kann Norðoya Sparikassi hækka við 1 mánaða fyriboðan, um

  • tey viðurskifti, sum hvørt sær vóru grundarlag, tá ið tænastugjaldstreytir tínar vórðu ásettar, broytast.
  • Norðoya Sparikassi av handilsligum orsøkum broytir vanliga gjaldsbygnaðin og prísásetingina. Handilsligar orsøkir kunnu m.a. vera at fáa meiri gagnliga nýtslu av sparikassans tilfeingi ella orku ella at bøta um raksturin hjá Norðoya Sparikassa.
  • um marknaðarlig viðurskifti hava við sær broytingar fyri eitt ella fleiri kontusløg.

Í galdandi sáttmálaviðurskiftum kann Norðoya Sparikassi av handilsligum orsøkum áseta tænastugjøld fyri tænastuveitingar, sum Norðoya Sparikassi ikki áður hevur tikið tænastugjald fyri. Tænastugjøld kunnu ásetast við eini fráboðanarfreist á 1 mánaða.

Norðoya Sparikassi kann uttan fráboðan seta í verk og hækka tænastugjøld fyri einstakar tænastuveitingar.

Tá ið tænastugjøld verða broytt, fært tú upplýsing á heimasíðuni hjá Norðoya Sparikassa, við brævi, elektroniskt ella við lýsing í føroysku miðlunum.

 6. Trotarenta og áminningargjøld o.a.

Um tín konta er í troti, kemur í eftirstøðu ella verður nýtt í stríð við avtaluna, kann Norðoya Sparikassi krevja trotarentu, provisjón ella morarentu og gjald fyri at senda áminningarskriv. Eisini kann Norðoya Sparikassi krevja, at útreiðslur í sambandi við løgfrøðiliga hjálp til innheinting o.a., verða goldnar av tær.

Støddin á áminningargjaldinum stendur á áminningini frá Norðoya Sparikassa. Trotarentan o.a. verður upplýst á almenna rentuyvirlitinum og eftir fyrispurningi frá tær.

Trotaprovisjónin verður ásett við støði í metingini hjá Norðoya Sparikassa av váðanum av mishildnum krøvum sum heild og ítøkiliga mishildnum krøvum hjá tí einstaka.

Norðoya Sparikassi kann til eina og hvørja tíð roknskaparliga velja at steðga at tilskriva rentu. Tá ið steðgað verður at tilskriva rentur á henda hátt, uttan at tað er avtalað við teg, skal tað ikki skiljast, sum at Norðoya Sparikassi sigur rættin frá sær til at fáa rentu av kravinum og fyri at hava rindað útreiðslur, sum eru komnar afturat seinni. Hetta er galdandi uttan mun til, um nevndi bókingarháttur verður fráboðaður tær við kontuavriti ella líknandi.

7. Inngjøld og útgjøld

Fyrivarni fyri inngjøldum

Øll inngjøld á kontu tína, ið ikki fara fram í reiðum peningi, eru við fyrivarni fyri, at Norðoya Sparikassi fær upphæddina. Fyrivarnið er galdandi, hóast tað ikki er nevnt á kvittan ella aðrari kunning um inngjaldið.

Norðoya Sparikassi kann flyta aftur eina upphædd, sum er sett inn á kontu tína av misgáum frá Norðoya Sparikassa, t.d. um sama upphæddd verður sett inn tvær ferðir.

Nýtsla av inngjaldi

Eitt og hvørt inngjald til lán ella kredittir verður fyrst nýtt til at rinda rentu og provisjón. Hetta er galdandi,sjálvt um tú sjálv/ur rindar, ella um inngjøldini koma frá borgsmanni ella veðsetara. Onnur inngjøld verða síðani nýtt til at rinda avdráttir.

Tillaging av lánsgjaldi

Norðoya Sparikassi hevur rætt, men ikki skyldu, til at hækka lánsgjaldið sambært hækkandi rentustigi, provisjón ella líknandi.

Avrit

Tá ið tú fært pappírs‐ ella elektronisk kontuavrit, skalt tú beinanvegin kanna, um tað eru flytingar á kontuni, sum tú ikki kennist við. Um so er, skalt tú beinanvegin venda tær til Norðoya Sparikassa.

Útskrift frá Norðoya Sparikassa skal til hvørja tíð metast sum galdandi prógv fyri støddina á skuldini.

8. Uppsøgn, mótrokning og broyting av treytum

Broyting av avtalutreytum

Um serligar treytir eru avtalaðar við teg, eru hesar í skjalinum tilskilaðar undir partinum "serligar treytir".

Tá ið avtalutreytirnar hjá tær verða ásettar, leggur Norðoya Sparikassi dent á samlaða kundasambandið millum teg og Norðoya Sparikassa.

Verða broytingar gjørdar í viðskiftaøkinum, sum ikki eru avtalaðar við Norðoya Sparikassa, skilar Norðoya Sparikassi sær rætt til samstundis at broyta avtalutreytirnar.

Uppsøgn

Norðoya Sparikassi og tú kunnu til eina og hvørja tíð uppsiga kundasambandið uttan fráboðan.

Tá ið kundasambandið endar, kann Norðoya Sparikassi uppsiga ábyrgdar‐ og borgsskyldur, t.d. skyldur í fremmandum gjaldoyra, og gera seg leysan av øðrum skyldum, ið kunnu verða gjørdar fyri teg. Tú hevur skyldu til at gera Norðoya Sparikassa leysan av øllum skyldum, gjørdar tína vegna, og um neyðugt veita trygd fyri hesum.

Mótrokning

Norðoya Sparikassi kann, uttan fráboðan, mótrokna eina og hvørja áogn, ið er fallin til gjaldingar í einari og hvørjari áogn, sum tú hevur ella fært hjá Norðoya Sparikassa, um ikki annað er avtalað við Norðoya Sparikassa.

Norðoya Sparikassi mótroknar tó ikki tann partin av tíni løn ella almennum veitingum o.ø., sum er neyðugur til lívsins uppihald. Norðoya Sparikassi mótroknar heldur ikki innistandandi á kontu, sum eftir lóggávuni ella serligari avtalu er vart ímóti ognarum.

9. Ymiskar ásetingar

Fulltrú

Tú kanst geva øðrum fulltrú at virka tína vegna mótvegis Norðoya Sparikassa. Ein fulltrú skal vera skrivlig og skal vanliga gerast á fulltrúaroyðublaðnum hjá Norðoya Sparikassa. Fulltrúin er galdandi, til Norðoya Sparikassi fær skrivlig boð frá tær um, at hon er tikin aftur ella broytt.

Um tann, ið hevur givið fulltrú doyr, fer fulltrúin úr gildi, tá ið Norðoya Sparikassi fær boð um andlátið. Tað merkir, at kontur o.a. hjá tí, ið hevur givið fulltrú, verða stongdar, til skiftirætturin hevur tikið støðu til, hvussu búgvið skal viðgerast.

Gera fleiri kundar avtalu um eina felagskontu, kann hvør av kontueigarunum ráða einsamallur yvir kontuni, uttan so at annað er avtalað. Doyr ein av kontueigarunum, hevur Norðoya Sparikassi heimild til at steingja kontuna til tess at tryggja búgvið hjá tí deyða.

Elektroniskt samskifti

Norðoya Sparikassi kann geva tær allar fráboðanir, avtalur, treytir,skjøl v.m., umframt broytingar í hesum, elektroniskt. Hetta hóast tað í avtalum, treytum o.ø. verða nýtt orð sum “skrivliga”, “bræv”, “kontuavrit” og so framvegis.

Tú fært allar fráboðanir, kontuavrit, ársuppgerðir, møgulig áminningarskriv, notur og annað sum elektroniskan post í netbanka ella latið í elektroniska boks.

Norðoya Sparikassi kann altíð nýta vanligan post, um so er, at umstøðurnar krevja hetta. Hevur tú ikki netbanka, verða nevndu avrit send sum vanligur postur.

Telefonsamrøður, sum verða bandaðar

Fyri at kunna skjalprógva innihaldið í ráðgeving/tænastum veittum umvegis telefon, kann Norðoya Sparikassi festa telefonsamrøður á band. Vanliga verður hetta bert gjørt í sambandi við handil við virðisbrøvum og gjaldoyra.

Handil uttanlands

Um Norðoya Sparikassi tína vegna skal fremja handlar uttanlands, velur Norðoya Sparikassi eitt handilssamband, um ikki annað er avtalað. Norðoya Sparikassi hevur onga ábyrgd av mistøkum, ið verða framd av peningastovninum, ið verður nýttur ella av kredittvirði teirra.

Um tú hevur útlendska virðisbrævagoymslu ígjøgnum Norðoya Sparikassa, hevur Norðoya Sparikassi ábyrgd av møguligum mistøkum og kredittvirði hjá útlendska handilssambandinum, um so er, at tú ikki sjálv/ur hevur valt handilssambandið.

Útlendskar rættarreglur, siðir og viðskiftatreytir kunnu vera rættiliga ymisk frá tí, sum er galdandi í Føroyum. Í tann mun Norðoya Sparikassi er lógarbundin av útlendskum rættarreglum, siðum og handilstreytum, er hetta eisini galdandi fyri teg.

Klagur

Um tú ynskir at klaga um Norðoya Sparikassa, skalt tú í fyrstu atløgu venda tær til tína deild.

Um tú eftir hetta framvegis ert ósamd/ur við Norðoya Sparikassa í viðgerðini av tíni áheitan ella úrskurðinum, kanst tú seta teg í samband við tann, ið hevur ábyrgd av klagum í Norðoya Sparikassa. Adressan er:

Norðoya Sparikassi
Att.: Klaguábyrgdarhavari
Ósávegur 1,
Postboks 149
FO‐710 Klaksvík
Teldupostur: klagur@ns.fo.

Um tú metir, at tín áheitan ikki hevur við sær eina nøktandi loysn, kanst tú velja at senda eina klagu til Peningastovnskærunevndina. Adressan er:

Sekretariatet for det finansielle ankenævn
St. Kongensgade 62, 2. sal
DK‐1264 København K
Tlf. +45 3543 6333
Heimasíða: www.fanke.dk

Endurgjaldsskylda

Norðoya Sparikassi hevur endurgjaldsskyldu, um sparikassin av mistøkum ella vanrøkt ikki heldur avtalaðar skyldur til tíðina ella á ófullfíggjaðan hátt.

Sjálvt á teimum økjum, har ein strangari ábyrgd er galdandi, hevur Norðoya Sparikassi ikki ábyrgd av missi, sum kemst av:

  • Óvirknum/vantandi atgongd til KT‐skipanir ella skaða á dátur í hesum skipanum, ið kunnu føra til niðanfyristandandi hendingar, sama um tað er sparikassin sjálvur ella ein uttanhýsis veitari, ið stendur fyri rakstrinum av skipanunum.
  • Brek á streymveiting ella telesamskifti hjá Norðoya Sparikassa, rættarskerjing ella fyrisitingargerðir, náttúruvanlukkum, kríggj, uppreistri, borgarligum ófriði, sabotasju, yvirgangi ella herverki (herundir telduormum og teldusníking).
  • Verkfalli, verkbanni, útihýsing ella forðing, sama um stríðið er rættað ímóti ella íspunnið av sparikassanum sjálvum ella samskipanini hjá honum, og sama hvør orsøkin er til stríðið. Tað er eisini galdandi, tá ið stríðið bert rakar partar av Norðoya Sparikassa.
  • Aðrar umstøður, sum Norðoya Sparikassi ikki stýrir sjálvur.

Ábyrgdarundantøkan hjá Norðoya Sparikassa er ikki galdandi, um:

  • Norðoya Sparikassi frammanundan skuldi havt verið varugur við tey viðurskifti, sum eru orsøk til tapið, tá avtalan varð gjørd, ella skuldi havt forðað fyri ella bast orsøkini til tapið.
  • Lóggávan undir øllum umstøðum gevur Norðoya Sparikassa ábyrgd av teimum viðurskiftum, ið eru orsøk til tapið.

Kunngerð um góðan sið fyri fíggjarligt virksemi

Norðoya Sparikassi er fevndur av “Bekendtgørelse for Færøerne om god skik for finansielle virksomheder”.

Gjørt verður vart við, at Norðoya Sparikassi í summum førum fær provisjón ella aðra samsýning, tá ið víst verður til ella seldar verða tænastur hjá samstarvsfeløgunum, t.d. í sambandi við realkredittlán, íløguprógv og tryggingar. Til ber at lesa kunngerðina um góðan sið á heimasíðuni hjá Fíggjareftirlitinum, www.finanstilsynet.dk.

Trygdargrunnurin fyri innskjótarar og íleggjarar

Sum kundi ísparikassanum ert tú gjøgnum Garantiformuen í ein ávísan mun tryggjaður ímóti tapi, um sparikassin fer á húsagang ella í gjaldssteðg. Garantiformuen svarar fyri m.a. navnamerktum innlánum í peningastovnum við upp til mótvirðið av 100.000 evrum fyri hvønn innskjótara. Pensjónskontur tekur hann upp á seg uttan avmarking í upphæddini.

Garantiformuen svarar eisini fyri, um tú sum íleggjari fært eitt tap, tí sparikassin ikki kann útflýggja tær virðisbrøv aftur, sum sparikassin hevur í varðveitslu, stendur fyri ella umsitur. Tað verður endurgoldið upp til mótvirðið av 20.000 evrum fyri hvønn íleggjara.

Meira kunning um Garantiformuen sæst á heimasíðuni www.fs.dk.

Eftirlit

Norðoya Sparikassi er undir eftirliti av:
Finanstilsynet
Århusgade 110
2100 København Ø
Tel. +45 33 55 82 82
www.finanstilsynet.dk

Broytingar av vanligu viðskiftatreytunum

Vanligu viðskiftatreytirnar og møguligarserligartreytir kunnu broytast uttan fráboðan, um broytingarnar eru til fyrimunar fyri teg. Vanligu viðskiftatreytirnar og møguligar serligar treytir kunnu broytast, og nýggjar kunnu setast í gildi við eini fráboðanarfreist á 1 mánaða, um broytingarnar ikki eru til fyrimunar fyri teg.

Tú fært fráboðan um broytingarnar í brævi, elektroniskt ella umvegis lýsing í føroysku miðlunum. Í fráboðanini verður víst til, hvar á heimasíðuni www.ns.fo tú kanst lesa nýggju viðskiftatreytirnar.