Valreglur

 

§ 1.

1. Virkisøki sparikassans er býtt í hesi umboðsdømi: 1) Norðoyggjar og 2) Føroyar annars og útlond.
2. Í hvørjum umboðsdømi velja ábyrgdarar sínámillum eina umboðsnevnd fyri øki
Norðoyggjar” sum hevur 28 limir og “Føroyar annars og útlond sum hevur 11 limir.”Umboðsnevndarlimirnir eru eisini sendiumboð á umboðsráðsfundi og harvið umboðs-ráðslimir.

 

§ 2.

1. Val til umboðsnevnd er 4. hvørt ár í januar ársfjórðingi við gildi frá 1. apríl fyrstkomandi. Tíðarskeiðið, nær valið skal verða, verður ásett av nevndini.

2. Fráboðan um valið skal kunngerast í minsta lagi 4 vikur frammanundan við lýsing á heimasíðu sparikassans, við skrivligum boðum til ábyrgdarar, sum verður sent talgilt ella sum bræv á seinast av sparikassanum skrásetta bústaði og við uppslagi í avgreiðsluhølum sparikassans. Í fráboðanini skal tilskilast, at valreglurnar liggja á heimasíðu sparikassans og eru til taks í avgreiðsluhølum sparikassans.

3. Í valfráboðanini skal ásetast, at uppskot um valevni skulu skrivliga verða sparikassanum í hendi í seinasta lagi 2 vikur eftir, at fráboðan um valið er kunngjørd sambært stk. 2.

 

§ 3.

1. Valið verður fyriskipað av einum valstýri við 3 limum, valdir av nevndini. Valstýrið sær til, at valevnini lúka treytirnar fyri valbæri.

2. Í hvørjum umboðsdømi verður gjørdur ein uppstillingarlisti við nøvnunum á teimum, sum veljast kunnu og skrivliga hava játtað at tikið við vali.

3. Eru ikki, eftir freistina fyri at senda inn uppskot um valevni, nóg mong valevni í uppskoti, skal nevndin seta neyðuga valevnatalið afturat á listan. Eru hinvegin ikki fleiri valevni uppstillað enn veljast skulu, eru hesi vald uttan atkvøðugreiðslu.

4. Valevnini skulu vera tilskilað við fornavni, eftirnavni, starvi og bústaði, fyri at greitt er, hvør ið stendur fyri vali. Er valevnið ikki valbært ella ikki greidliga lýst, ella hevur valevnið ikki skrivliga játtað, at tikið verður við vali, verður valevnið strikað.

5. Góðkendu valevnislistarnir við nøvnunum á øllum valevnum í bókstavarøð skulu framleggjast í deildum sparikassans minst 7 dagar frammanundan valinum.

6. Frá fráboðanini um valið, sí § 2, stk. 2, og til valið endar, kunnu ábyrgdarar atkvøða talgilt ella við brævatkvøðu eftir nærri reglum, sum valstýrið ásetir.

 

§ 4.

1. Til hitt einstaka umboðsdømið hoyra teir ábyrgdarar, ið eru skrásettir í sparikassanum sum búsitandi í umboðsdøminum, og kunnu hesir bert velja valevni, sum eru uppstillað í tí umboðsdømi, teir hoyra til.

2. Valbæri í tí einstaka umboðsdøminum hava persónligir ábyrgdarar, ið hoyra til umboðsdømið, og sum hava valrætt sambært stk. 3. Eingin, sum hevur álitisstarv ella starv í øðrum fíggjarstovni kann vera limur í umboðsráði sparikassans. Sama er galdandi fyri persónar, sum ikki hava ræði á búgvi sínum.

3. Valrætt hava myndugir ábyrgdarar, sum hava (inngoldnan) ábyrgdarpening skrásettan í sparikassanum seinast 4 vikur fyri 1. valdag. Ábyrgdarar hava eina atkvøðu fyri hvørjar kr. 1.000,00 inngoldnar í ábyrgdarpeningi, tó í mesta lagi 20 atkvøður. Atkvøðast kann ikki við fulltrú.

§ 5.

1. Ein og hvør, sum valrætt hevur, fær valkort, sum havast skal við, tá valt verður. Atkvøðugreiðslan er skrivlig og loynilig og fer fram talgilt ella í avgreiðsluhølum sparikassans. Á teimum støðum, har Norðoya Sparikassi ikki hevur avgreiðsluhøli, kann atkvøðugreiðslan fara fram á staðnum undir eftirliti av minst 2 valnevndarlimum og eftir greiniligum reglum, ásettum av nevndini.

2. Útflýggjaður verður ein atkvøðuseðil til hvønn myndigan ábyrgdara.

3. Á atkvøðuseðlinum skulu standa nøvnini á øllum valevnum í umboðsdøminum í bókstavarøð og hvussu atkvøðast kann.

4. Atkvøtt verður við at seta kross ella tal við navnið/nøvnini á valevni/valevnum, sum veljarin ynskir valt/vald.
Um talan bert er um eina atkvøðu, kann x setast við tað valevnið, ið valt verður. Um veljarin hevur fleiri atkvøður, kann hann býta atkvøðurnar á fleiri valevni ella lata allar til eitt valevni. Tá skulu tøl brúkast at seta við tað/tey valevni, ið veljast skulu. Atkvøðuseðil er ógildugur, um krossurin ella talið er óskilliga sett, ella um á annan hátt er ógreitt, hvønn veljarin ynskir valdan.

5. Valevnini verða vald við lutfalsligum meiriluta, t.e. eftir hvussu nógvar atkvøður tey hava fingið tilsamans, eftir at allar gildugar atkvøður eru taldar. Tað valevnið, ið hevur fingið flestar atkvøður, er fyrst valt, tað, ið hevur næstflestar atkvøður, er valt sum annað o.s.fr.. Stendur á jøvnum, verður avgjørt við lutakasti, hvør valdur er.

 

§ 6.

1. Um valið verður førd gerðabók, ið valstýrið og grannskoðarin, sum hevur eftirlitið, skriva undir.

Valstýrið hevur ábyrgd av valuppgerðini undir eftirliti av einum av grannskoðarum sparikassans.

§ 7.

Endaliga valúrslitið verður fráboðað við lýsing á heimasíðu sparikassans, við skrivi til teir valdu umboðsráðslimirnar, sum verður sent talgilt ella sum bræv á seinast av sparikassanum skrásetta bústaði og við uppsløgum í avgreiðsluhølum sparikassans.

 

§ 8.

Omanfyrinevndu valreglur eru samtyktar á vanligum aðalfundi tann 26. apríl 1994, og síðani broyttar á vanligum umboðsráðsfundi tann 20. apríl 1995, tann 26. apríl 1996, tann 22. februar 2002, tann 17. januar 2006, á eyka umboðsráðsfundi tann 27. september 2010, á vanligum umboðsráðsfundi tann 23. apríl 2012, á eyka umboðsráðsfundi tann 25. september 2014, og á vanligum umboðsráðsfundi tann 29. mars 2022.

 

Klaksvík, hin 29. mars 2022

 

 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

475000

Send teldupost