Spar saman, so peningarúgvan veksur
Tað er altíð gott at hava eina samansparing. Tað kann vera til óvæntaðar útreiðslur ella eina feriu. Í Norðoya Sparikassa kanst tú spara saman á tann hátt, ið hóskar tær best.
Loyniorð til keyp á netinum
Tá ið tú nýtir gjaldkortið í einum nethandli, ið nýtir 3D Secure, skalt tú brúka eitt persónligt loyniorð. Tú verður biðin um at stovna loyniorðið og skráseta telefonnummarið eina ferð. Tó ber til at broyta bæði loyniorð og telefonnummar eftir tørvi.
Tíðindi
Norðoya Sparikassi lækkar renturnar
Rentulækkingin er grundað á at Tjóðbankin lækkaði leiðandi rentuna fyrr í hesum mánaðinum. Útlánsrentur og innlánsrentur lækka við upp til 0,20 %-stigum hjá privat- og vinnukundum.
NORÐOYA SPARIKASSI 105 ÁR
Týsdagin tann 24. september 2024 verður Norðoya Sparikassi 105 ár. Í hesum sambandi bjóða vit kaffi og køku á øllum deildum okkara týsdagin 24. september.
Gjaldkort leggjast í Apple Pay og Google Pay í netbankanum
Av trygdarávum kanst tú bert leggja tíni gjaldkort í Apple Pay og Google Pay umvegis netbankan.
Norðoya Sparikassi 25 milliónir í avlopi fyrra hálvár 2024
Úrslitið eftir skatt fyrra hálvár 2024 var eitt avlop upp á 25,0 mió. kr. samanborið við 16,9 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør. Framgongdin stavar í høvuðsheitum frá øktum rentuinntøkum vegna hægri rentustøði og vøkstur í virksemi. Sparikassin er nøgdur við gongdina fyrra hálvár 2024.