Svikarar halda ikki summarfrí

Í løtuni eru ymisk følsk SMS-boð í umferð, ið biðja teg trýsta á eitt leinki, rita inn við Samleikanum og síðani lata upplýsingar um gjaldskort o.a. Boðini látast eitt nú at vera frá Samleikanum, Nets ella onkrum heilt triðja, men í veruleikanum er talan um eina roynd at svika.

Vit heita tí á teg um at vísa varsemi, um tú fært eini slík SMS-boð, og ongantíð at lata tínar kortupplýsingar, um tú ikki ert í ferð við at keypa eitthvørt á netinum.

Minst til, at svikarar royna at gera sær dælt av, at tú heldur summarfrí og kanska ikki ert so ansin, sum tú plagar.

Les meira um, hvat tú skalt gera, um tú hevur illgruna um, at tínar kontu- ella kortupplýsingar eru misnýttar.