Freistir fyri flytingar áðrenn ólavsøku

Her sært tú, hvørjar freistir eru galdandi fyri flytingar, sum skulu vera á kontu hjá móttakara áðrenn ólavsøku.

 

Lønarflytingar

  •  Lønir skulu flytast í seinasta lagi fríggjadagin 24. juli kl. 15.30.

 

Uttanlandsflytingar

  • Flytingar til/frá útlondum skulu avgreiðast í seinasta lagi fríggjadagin 24. juli kl. 12.00.

 

Vanligar flytingar

  • Flyting til aðra kontu í Norðoya Sparikassa: Mánadagin 27. juli kl. 18.30
  • Flyting til kontu í øðrum peningastovni: Fríggjadagin 24. juli kl. 18.30
  • Flyting sama dag: Mánadagin 27. juli kl. 11.00.
  • Skundflyting: Peningurin kemur á kontu hjá móttakara, stutt eftir at flytingin er gjørd.

 

Um tú vilt tryggja tær, at flytingin kemur á kontu hjá móttakara sum ætlað, er skilagott at gera flytingina í góðari tíð.

 

Deildir okkara hava stongt 28. og 29. juli. Opið er aftur sum vant hósmorgunin 30. juli kl. 10.00.

 

Vit ynskja øllum eina góða ólavsøku.