Stuðul

Norðoya Sparikassi ynskir at vera ein viðspælari og at gera mun í føroyska samfelagnum. Tí stuðla og samstarva vit við einstaklingar, bólkar, feløg og onnur í nærumhvørvinum í Føroyum. Eisini vilja vit, at stig, ið annars ikki verða tikin, kunnu gerast veruleiki.


Tá søkt verður um stuðul, ynskja vit at:

  • Tú ert kundi í Norðoya Sparikassa
  • Talan er um góða og gjøgnumhugsaða verkætlan
  • Fíggjarætlan verður løgd saman við umsóknini
  • Tú hevur gjørt tær hugsanir um, hvørjar fyrimunir Norðoya Sparikassi kann fáa við stuðulssamstarvinum

Bert skrivligar umsóknir verða viðgjørdar, og viðgerðartíðin kann vera uml. 1 mánað. Vit viðgera ikki umsóknir til tiltøk, sum liggja minni enn 14 dagar frá umsóknardegnum.

Søk um stuðul

Skrivlig umsókn við øllum týðandi upplýsingum skal sendast marknaðardeildini.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

475000

Send teldupost