CPR-nummar
Gjørligt er at søkja um CPR-nummar, áðrenn tú fert til Danmarkar. Hetta kann gerast hjá Ríkisumboðnum. Meira kunning og umsóknarblað eru at finna á heimasíðuni www.rigsombudsmanden.fo og fáast eisini við at venda sær til Ríkisumboðið.
Hevur tú ikki CPR-nummar, áðrenn tú flytur bústað til Danmarkar, verður tú skrásett/ur í Det Centrale PersonsRegister, tá tú fært bústað í eini danskari kommunu, og fært CPR-nummarið tá. Treytin fyri at fáa danskt CPR-nummar eftir flyting til Danmarkar er, at tú mást hava ein danskan bústað og vera búsitandi í Danmark í minst tríggjar mánaðir. Fyrstu tíðina er tó møguligt at hava ein c/o-bústað, har tú ikki stendur fyri bústaðinum sjálv/ur, men ert skrásett/ur at búgva har og fært tín post sendandi hagar. Í hesum føri skal navnið á tí, tú býrt hjá, standa í teignum ”Hos” í fráboðanini um bústaðarflyting.