Norðoya Sparikassi knappar 8 milliónir í avlopi fyrra hálvár 2019
Úrslitið eftir skatt fyrra hálvár 2019 var eitt avlop upp á 7,9 mió. kr. sammett við 5,0 mió. kr. sama tíðarskeið í 2018.
Sparikassin 100 ár
Tann 24. septembur í ár verður sparikassin 100 ár. Alt árið verður hetta hátíðarhildið við tiltøkum.
Startskotið til 100-ára haldið var krúnprinsavitjanin í august mánað í fjør, tá Fríðrikur, krúnprinsur, og Mary, krúnprinsessa, løgdu leiðina inn í Norðoya Sparikassa, har tey hoyrdu um 100-ára søgu og virksemi sparikassans.
Sparikassin hevur síðani krúnprinsavitjanina hildið á við at markera 100-ára haldið. Nevnast kunnu tiltøk sum Torradagarnir í Klaksvík, har sparikassin var partur av ymsum tiltøkum, stóra morgunmatarborðið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði og tiltakið Ein dagur á grynnuni í Havnini, har sparikassin borðreiddi við fiskasuppu í Perluni.
100-ára hátíðarhaldið endar við serligum tiltaki fyri ábyrgdarum, viðskiftafólki og almenninginum í ítróttarhøllunum í Klaksvík leygardagin 28. septembur 2019.
Virksemið fyrra hálvár 2019
Útlánini øktust úr 1.886 mió. kr. til 1.943 mió. kr., ið svarar til ein vøkstur á 3,0 %.
Innlánini øktust úr 2.302 mió. kr. til 2.350 mió. kr., ið svarar til ein vøkstur á 2,1 %.
Innlánsavlopið var 407 mió. kr. pr. 30. juni 2019.
Gjaldføri og solvensur
Gjaldførið er gott. Pr. 30. juni 2019 var yvirdekningurin sammett við lógarkravið 161 %.
Eisini solvensurin er góður. Pr. 30. juni 2019 var solvensurin 20,4 %, meðan individuelli solvenstørvurin var 10,7 %.
Samanumtikið er sparikassin nøgdur við gongdina higartil í ár.
NORÐOYA SPARIKASSI
Marner Mortensen, stjóri