![](/-/media/nordoyarsparikassi/tidindi/ns-if-2019.jpg?rev=62ed4f50cbb140f9b0ce92f4c245c024&mw=1600&hash=79337262A346953F9F5708EA45810405)
Norðoya Sparikassi stuðlar ÍF
Norðoya Sparikassi og ÍF hava undirskrivað stuðulsavtalu galdandi fyri kappingarárið 2019.
Avtalan ber í sær, at Norðoya Sparikassi verður sjónligur við búmerki á leikbúnanum hjá besta mansliðnum hjá ÍF, lýsing á heimasíðu og við vøllin.
Vit fegnast um avtaluna og ynskja ÍF góða eydnu í kappingarárinum 2019.