Fitbit Pay
Rinda lætt og trygt við Fitbit Pay
Við Fitbit kanst tú rinda uttan at hava gjaldkort ella telefon við tær. Hygg eftir ímyndini fyri nándgjaldi (kontaktleyst), og tær nýtist ikki longur at hugsa um at ansa eftir telefonini ella mappuni. Lat tey liggja eftir heima og rinda beinleiðis frá tínum handliði.
Ein fortreyt fyri at kunna rinda við Fitbit Pay er, at títt Fitbit skal virka saman við Fitbit Pay.
Tú kanst rinda við Fitbit Pay til hesi gjaldkortini:
- Visa/Dankort
- MasterCard
Hvar kann eg rinda við Fitbit Pay?
Tú kanst nýta Fitbit Pay á øllum støðum, sum lýsa við hesari ímyndini:
Soleiðis knýtir tú gjaldskort til Fitbit Pay
- Tað er lætt at knýta títt gjaldskort til Fitbit Pay. Soleiðis gert tú:
- Tryggja tær, at tín Fitbit eind hevur samband við telefonina umvegis Bluetooth
- Á telefonini: Heinta Fitbit-appina í Google Play Store og trýst á “Today” og síðan á tína vangamynd
- Trýst á myndina av tíni Fitbit-eind og trýst á “Fitbit Wallet”
- Fylg vegleiðingini fyri at leggja kort afturat
- Vel kotu fyri at verja títt Fitbit Pay
- Inntøppa tínar kort- og persónupplýsingar
- Góðkenn nýtslutreytir
- Upplýs SMS-kotuna, sum verður send til telefonnummarið, sum peningastovnurin hevur skrásett at vera títt telefonnummar
- Trýst á “Activate on device”.
Tá tú rindar í handlum
Við Fitbit Pay kanst tú rinda uttan at hava gjaldskort ella telefon við tær. Hygg eftir súmbolinum fyri kontaktleysari rindan, og tú kanst rinda beinleiðis frá tínum handliði. Hevur tú eitt Fitbit Ionic ella Versa, virkjar tú Fitbit Pay við at trýsta á tín snarknøtt ella við at sveipa frá toppinum og niður. Á øðrum Fitbit eindum skalt tú trýsta á vinstra knøttin á urinum í 2 sekundir. Tøppa møguliga inn tína kotu og vel gjaldskort við at “sveipa’ ella við at trýsta á skermin á urinum. Halt urið tætt afturat gjaldsterminalinum og rinda.
Trygd
Tá tú rindar við Fitbit Pay, fær títt gjaldskort eitt serligt nummar, og gjaldingin eina serstaka transaktiónskotu. Títt kortnummar verður ongantíð goymt, hvørki á tínum tóli ella hjá Fitbit. Tað verður heldur ikki deilt við handlar og onnur, har tú nýtir Fitbit.
Tak niður til iPhone (Apple Store) her
Tak niður til Android (Google Play Store) her