Norðoya Sparikassi havt eftirlitsvitjan av Fíggjareftirlitinum
Fíggjareftirlitið var í juni í ár á regluligari eftirlitsvitjan í Norðoya Sparikassa. Nú er frágreiðingin frá vitjanini kunngjørd.
Fíggjareftirlitið staðfesti, at sparikassin skal styrkja um inntjening og kapitalgrundarlag umframt betra um mannagongdir og stýring á kredittøkinum. Gjøgnumgongdin av útlánum hevði við sær, at sparikassin skal niðurskriva 750 t.kr. afturat, og er hetta gjørt í hálvársroknskapinum í ár.
Grundrakstur og kapitalviðurskifti
Við støði í roknskapinum fyri undanfarna ár verður víst á, at inntjening sparikassans er ov lítil, tá havt verður í huga herdu kapitalkrøvini, sum stigvíst verða sett í gildi frá 2020 til 2025. Sparikassin fekk boð um at tryggja, at samsvar er millum útlánsrentur og kredittváða.
Árið 2019 var eitt serligt ár í søgu sparikassans, tí tá kundi sparikassin hátíðarhalda 100-ára stovningardagin, og varð ein partur av avlopinum nýttur til hátíðarhaldið. At sparikassin hevur bíðað við at innføra negativa rentu av innistandandi hevur eisini ávirkað raksturin hjá sparikassanum í 2019. Sparikassin hevur síðani sett tiltøk í verk fyri at betra um grundraksturin.
Sparikassin er nøgdur við gongdina higartil í ár og væntar, at við framdu tillagingunum verður grundraksturin á einum nøktandi støði komandi árini, soleiðis at sparikassin kann økja um sína eginogn fram til 2025, tá ið øll kapitalkrøv eru komin í gildi.
Sjálvevaluering av nevnd og tillaging av mannagongdum
Fíggjareftirlitið staðfesti eisini, at fleiri broytingar eru í nevndini, og áleggur sparikassanum at gera eina sjálvevaluering av førleikum og royndum hjá samlaðu nevndini og er hetta avgreitt.
Eisini skal sparikassin betra um ymiskar mannagongdir á kredittøkinum.
Sparikassin skal hækka solvenstørvin við 0,5 prosentstigum, og hesum hevur sparikassin longu lagt upp fyri í roknskapinum fyri fyrra hálvár.
Samanumtikið er sparikassin nøgdur við eftirlitsvitjanina og tekur frágreiðingina til eftirtektar.
Frágreiðingin frá Fíggjareftirlitinum er viðheft niðanfyri.
NORÐOYA SPARIKASSI
Marner Mortensen
stjóri