Norðoya Sparikassi 17 milliónir í avlopi fyrra hálvár 2023
Úrslitið eftir skatt fyrra hálvár 2023 var eitt avlop upp á 16,9 mió. kr. sammett við 6,1 mió. kr. sama tíðarskeið árið fyri. Høvuðsorsøkin til framgongdina er hægri rentustøði og økt virksemi.
Virksemið økist
Útlánini hækkaðu úr 2.043 mió. kr. upp í 2.096 mió. kr., sum svarar til ein vøkstur upp á 53 mió. kr. ella 2,6 %.
Innlánini øktust úr 2.460 mió. kr. upp í 2.566 mió. kr., sum svarar til ein vøkstur upp á 106 mió. kr. ella 4,3 %.
Ábyrgdarpeningurin øktist úr 34,3 mió. kr. upp í 36,2 mió. kr., ið svarar til eina øking upp á 1,9 mió. kr. ella 5,5 %. Miðað verður eftir at renta ábyrgdarpeningin við 5 % í 2023.
Solvensur og gjaldføri
Solvensur sparikassans pr. 30. juni 2023 var 27,7 % samanborið við 26,2 % árið fyri.
Lyklatalið fyri gjaldførið var 371 % í mun til lógarkravda gjaldførið á 100 %.
Nýtt innlánstilboð til ábyrgdarar
Nú rentustøðið er munandi hækkað ber til hjá kundum at fáa rentu av innistandandi. Í løtuni bjóðar sparikassin kontur við 3 mðr. og 12 mðr. binding, ið geva hægri rentu. Harumframt er møguligt hjá privatkundum, ið eiga ábyrgdarpening fyri minst 30.000 kr., at stovna serliga innlánskontu við 12 mðr. binding, ið gevur enn hægri rentu.
Hálvársfrásøgnin sæst her.
NORÐOYA SPARIKASSI
Marner Mortensen, stjóri