Ábyrgdaravalið 2023

Norðoya Sparikassi skipar nú á áttanda sinni fyri vali til umboðsráðið. Umboðsráðið er hægsti myndugleiki sparikassans.

Veljast skulu tilsamans 39 umboð:

  • 28 fyri Norðoyggjar
  • 11 fyri Føroyar annars og útlond.

Ábyrgdarar uttanlands verða sostatt taldir við í økið “Føroyar annars”.

Viðtøkur og valreglur sparikassans eru tøkar á deildum og heimasíðu okkara.

Hvussu fer valið fram?

Sjálvt valið fer fram á øllum deildum sparikassans frá mánadegnum 27. februar til og við fríggjadagin 10. mars 2023. Atkvøtt verður í avgreiðslutíð sparikassans.

Seinasta dagin, tann 10. mars, ber tó til at velja í høvuðsdeild sparikassans í Klaksvík fram til kl. 19:00.

Ábyrgdarar, ið ynskja at atkvøða við brævatkvøðu, kunnu venda sær til valnevndina við at ringja 475000 ella við at senda teldupost til ns@ns.fo.

Hvør kann gerast valevni?

Persónliga myndugir ábyrgdarar, sum seinast 4 vikur fyri 1. valdag hava ábyrgdarpening skrásettan í sparikassanum, kunnu gerast valevni. Tó kann eingin, sum hevur álitisstarv ella starv í øðrum fíggjarstovni, vera limur í umboðsráði sparikassans. Sama er galdandi fyri persónar, sum ikki hava ræði á búgvi sínum.

Uppskot til valevni

Uppskot um valevni skulu vera okkum í hendi skrivliga í seinasta lagi mánadagin 30. januar 2023.

Tal av atkvøðum

Fyri hvørjar 1.000 kr. í ábyrgdarfæi eigur tú eina atkvøðu, tó í mesta lagi 20 atkvøður. Ynskir tú at hækka ábyrgdarfæið, skal hetta, fyri at fáa gildi til ábyrgdaravalið 2023, gerast í seinasta lagi fríggjadagin 27. januar 2023.

Rentan

Sparikassans politikkur er, at tann árliga rentan á ábyrgdarpeningi verður 5%. Ábyrgdarpeningur er váðafúsur peningur og er ikki fevndur av innskjótaratrygd.

Sí annars rentupolitikk sparikassans her.

Er okkurt tú ivast í ella vilt vita meiri um, ert tú eisini vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Tekna teg sum ábyrgdara í seinasta lagi fríggjadagin 27. januar 2023, og tú kanst vera við til ábyrgdaravalið 2023.