Tvey kort við á ferðini
Skalt tú uttanlands at ferðast, er skilagott at hava tvey ymisk gjaldkort við tær. Skuldi tú verið óheppin og mist kortið, ella verður kortið óvirkið á ferðini, ert tú kortini trygg/ur – eitt annað kort er til at taka.
Sum kundi í Norðoya Sparikassa kanst tú fáa fleiri ymisk gjaldkort, ið eru ætlað til ymiskan tørv. Umráðandi er, at tú hevur júst tey gjaldkort, ið hóska tær. Ymsar ásetingar eru til hvørt gjaldkortið, og neyðugt er at kunna teg um hesar ásetingar, áðrenn ferðin byrjar.
Nøkur kort hava serligar tænastur sum t.d. tryggingar, sum kunnu koma væl við. Eitt nú Mastercard Gull og Platin hava bæði ferðatryggingar knýttar afturat.
Nýtsluhámørk
Visa/Dankort hevur eitt nýtsluhámark, sum er 25.000 kr. hvørjar 30 dagar. Frá 13. juni 2023 verður nýtsluhámarkið 25.000 kr. fyri hvørjar 14 dagar. Verður brúkt meira enn tað, verður kortið sperrað. Tí er skilagott at hava eitt eyka Mastercard við umframt títt vanliga gjaldkort.
Eisini eru hámørk fyri, hvussu nógv tú kanst taka út í sjálvtøkum um samdøgrið. Kunna teg tí um nýtsluhámørkini, áðrenn tú fert avstað.
Les meira um nýtsluhámørk her.
Gjald verður tikið, hvørja ferð tú tekur pening út í sjálvtøkum uttanlands. Tí er skilagott at taka størri upphæddir út í sjálvtøkuni, so sleppast kann undan óneyðuga nógvum gjøldum. Tað er eisini eitt gott hugskot at rinda við gjaldkorti, heldur enn at taka pening út í sjálvtøku. Tað er ókeypis at rinda við gjaldkorti, tó at ómaksgjald viðhvørt verður tikið fyri útlendsk kort.
Leiga bil uttanlands?
Skalt tú leiga bil uttanlands, er tað skilagott at hava eitt kredittkort við tær. Fleiri bilaútleigarar krevja, at goldið verður við kredittkorti.
Ferðast trygt við gjaldkortum
- Hav altíð tvey gjaldkort við á ferðini
- Goym ikki gjaldkortini á sama staði
- Hav ongantíð PIN-kotuna saman við kortinum
- Hav altíð eyguni við gjaldkortinum. Lat ongantíð nakran fara avstað við kortinum
- Lat ikki kortið liggja frammi, so onnur kunnu fáa fatur á kortnummarinum
Sperra kortið
Hevur tú mist kortið burtur, ella hevur tú illgruna um, at kort títt er misbrúkt, skalt tú beinanvegin sperra kortið.
Tú hevur hesar møguleikar at sperra kortið:
- í netbankanum
- í upplatingartíð við at ringja til sparikassan á telefon 475000
- er sparikassin stongdur, skalt tú seta teg í samband við Nets 24 tíma- kundatænastuna:
- Dankort og Visa/Dankort á telefon +45 44 89 29 29.
- Mastercard á telefon +45 44 89 27 50.
Tá ið tú ringir til Nets, skalt tú upplýsa navn, bústað, navn á peningastovni og kort- ella kontunummar. Kortið verður sperrað og gjørt óvirkið í stundini.
Minst eisini til at bíleggja nýtt kort.