Starvslýsing: Starvsfólk til kundatænastuna

Søkt verður eftir einum starvsfólki til kundatænastuna á høvuðsdeild sparikassans í Klaksvík.

Sum starvsfólk í kundatænastuni gerst tú partur av einum toymi, sum setur góða kundarøkt í hásæti. Tú fært møguleika at seta tín dám á toymið. Hevur tú vilja og hegni, eru eisini møguleikar at menna teg sjálva/n í starvinum.

Uppgávur

Í kundatænastuni svara vit kundum, ið ringja inn, samskifta yvir netið ella støkka inn á gólvið. Eisini avgreiða vit kundum við kassan. Uppgávurnar eru eisini at hjálpa og svara kundum uppá dagligar fíggjarspurningar, hjálpa kundum við netbanka, gjaldkortum og øðrum. Kundatænastan loysir harafturat ymsar uppgávur fyri aðrar eindir í sparikassanum.

Persónligir eginleikar

Tú ert ágrýtin, fyrikomandi og álitisvekjandi, og tú brennir fyri at veita eina góða tænastu. Tú trívist í einum arbeiði, sum í stóran mun er myndað av regluverkum.

Fakligir førleikar

Peningastovnsútbúgving ella onnur viðkomandi útbúgving er ein fyrimunur. Hevur tú ikki slíka útbúgving, fært tú neyðuga upplæring.

Lønarviðurskifti

Løn eftir nærri avtalu.

Upplýsingar um starvið

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Eyðun Kjølbro á telefon 295055.

Umsóknarfreist

Umsókn saman við møguligum próvskjølum og øðrum viðkomandi skjølum skulu vera sparikassanum í hendi í seinasta lagi 8. mars 2024 og skal sendast til:

Norðoya Sparikassa
Att: Eyðun Kjølbro
Ósávegur 1
Postsmoga 149
FO-700 Klaksvík
ella sum teldupostur til starv@ns.fo