Virkjan av nýggja gjaldkortinum 

Virkjan av nýggja gjaldkortinum - hvar finni eg virkjanarnummarið?

 Tá ið tú skalt virkja nýggja kortið hjá tær, skalt tú brúka eitt virkjanarnummar, sum er 0 + fýra tey seinastu tølini í kundanummari tínum.

Her finnur tú títt kundanummar:

  • í netbankanum á teldu/teldli, ovast uppi í høgra horni undir yvirskriftini "Kundanummar hjá avtalueigara"
  • í netbankanum sum app undir "Uppseting" - hetta er nýtt!
  • á tínum kontuavritum

 

Soleiðis gert tú kortið virkið:

  1. Ring til Nets á tel. +45 44 89 73 50
  2. Trýst kortnummarið við 16 talteknum, sum stendur á forsíðuni á kortinum, og enda við #
  3. Trýst virkjanarnummarið, sum er 0 + fýra tey seinastu tølini í kundanummari tínum, og enda við #
  4. Eftir hetta fært tú boðini "Kortet er nu aktiveret"

 


Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

475000

Send teldupost