Bringumynd av Jógvan Waagstein verður avdúkað í Klaksvík

Fríggjadagin 31. mai 2019 verður ein bringumynd av Jógvan Waagstein, fjøldlistamanni avdúkað í býarlundini í Klaksvík.

Byrjað verður kl. 16 við hátíðarhaldi á Skúlatrøð.

Norðoya Sparikassi og Klaksvíkar kommuna skipa fyri.

Jógvan Waagstein varð føddur í Klaksvík, sonur Samuel Michael Joensen, lærari og deknur úr Gerðum í Klaksvík og Mariu Fredrikku, f. Olsen av Toftanesi í Leirvík. Hon var ein mentað og gudrøkin kvinna. Fleiri eru tey, ið siga, at listagávur Waagsteins eru arvaðar av Toftanesi.

Jógvan Waagstein var giftur við Elsebeth Súsannu, f. Dahl úr Vági.

Jógvan Waagstein var ein fjøldbroyttur listamaður. Umframt sítt lívsstarv sum lærari tókst Waagstein við nógv ymiskt mentanarligt arbeiði, millum annað var hann nótauppteknari, komponistur, lista- málari og urguleikari í Havnar kirkju. Hann stóð í mong ár fyri Havnar Fimleikafelag og stjórnaði Havnar Sangfelag. Av løgunum, ið hann hevur gjørt, kunnu nevnast: Í búri, Tíðin rennur sum streymur í á, Hann rann sær kátur og Ein skortlitt kúgv við garðalið.

Jógvan Waagstein var eisini ein virkin listamálari. Motivini eru tey allarflestu landsløg og bygdaløg í Føroyum. Hann hevur m.a. málað altartalvurnar í Árnafirði, Mikladali og Hovi.

Norðoya Sparikassi og Klaksvíkar kommuna vilja við hesum heiðra mentanarmanninum, Jógvan Waagstein.

 

Um bringumyndina:

BRINGUMYND, BRONSA UML. 1948 - 1949, EFTIR JANUS KAMBAN (1913 - 2009)

NORÐOYA SPARIKASSI LÆT VERKIÐ Í SAMBANDI VIÐ 100 ÁRA HALD STOVNSINS

KLAKSVÍKAR KOMMUNA SETTI UPP Í 2019

 

Skrá fyri hátíðarløtuna


Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

475000

Send teldupost