Ert tú okkara nýggi næmingur?

Hevur tú hug at læra fíggjarvinnuna at kenna og læra at veita holla ráðgeving innan fíggjarligar tænastur, so er tað kanska tær vit leita eftir.
Sum næmingur í Norðoya Sparikassa fært tú eina góða útbúgving, sum er sett saman av dyggari ástøðiligari undirvísing og praktiskum arbeiði.

Um útbúgvingina
Útbúgvingin tekur 2 ár. Nakrir skúladagar eru hvørt hálvár og farið verður til próvtøkuroyndir. Næmingurin skal í lærutíðini starvast innan øll virkisøkir hjá sparikassanum og sleppur at royna seg við fjøltáttaðum praktiskum arbeiðsuppgávum.

Um teg

  • Tú ert álitisvekjandi og hevur lætt at samskifta við viðskiftafólk og starvsfelagar
  • Tú ert tænastusinnað/ur og hevur evnini til at skapa góð úrslit
  • Tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt
  • Tú trívist í einum arbeiðsumhvørvi, sum er nógv stýrt av lógarreglum
  • Tú ert jaliga sinnað/ur fyri óvæntaðum broytingum í dagligu arbeiðsuppgávunum

Tú hevur miðnámsútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving.

Vit bjóða
Sum næmingur í Norðoya Sparikassa verður tú partur av einum sterkum toymi.

Vit hava eitt óformligt arbeiðsumhvørvi, har tað fakliga, handilsliga og menniskjaliga gongur hond í hond.

Við læruprógvi frá sparikassanum ert tú væl ílatin til eina framhaldandi starvsleið og fakliga menning innan fíggjarvinnuna ella at fara undir framhaldslestur.

Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála millum FAG og YTF galdandi fyri peningastovnar og tryggingarfeløg.

Vilt tú vita meira, ert tú vælkomin at venda tær til Eyðun Kjølbro, tel. 295055 ella teldupost eydunk@ns.fo.

Umsóknarfreist
Umsókn saman við skjølum kunnu sendast til Eyðun Kjølbro í telduposti til eydunk@ns.fo ella við vanligum posti til:

Norðoya Sparikassi
Ósávegur 1
Postboks 149
FO-710 Klaksvík


Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 6. juni 2022.