Norðoya Sparikassi hækkar inn- og útlánsrentur
Eftir at Evropeiski Miðbankin og Danski Tjóðbankin í tveimum umførum hava hækkað rentuna í ár, hækka inn- og útlánsrentur í Norðoya Sparikassa eisini.
Privatkundar
Hjá privatkundum hækka innlánsrentur við upp til 1 %-stigum og útlánsrentur hækka við upp til 0,3 %-stigum.
Vinnukundar
Hjá vinnukundum hækka innlánsrentur við upp til 0,75 %-stigum og útlánsrentur hækka við upp til 0,5 %-stigum.
Dekort á 3 mðr., 12 mðr. uppsøgn og innlánskontu til ábyrgdarar
Verður peningur á omanfyri standandi kontum tikin út í úrtíð, skal dekort gjaldast av upphæddini. Dekort verður ásett sum ein prosentpartur av upphæddini, sum verður tikin út. Framyvir verður dekort ásett til verandi rentustig umframt 0,5 %-stig.
Broytingarnar koma í gildi tann 4. mai 2023.
Rentuyvirlitið á heimasíðu sparikassans www.ns.fo verður dagført, tá ið broytingarnar koma í gildi.