1000 kr. seðlar ganga út 31. mai 2025

Danski Tjóðbankin hevur gjørt av, at danskir 1.000 kr. seðlar ikki kunnu brúkast eftir 31. mai 2025. 

Inntil 31. mai 2025 ber til at gjalda við 1.000 kr. seðlum sum vanligt.

Um tú ynskir at seta 1.000 kr. seðlar inn á tína kontu í Norðoya Sparikassa, skal hetta gerast áðrenn 31. mai 2025.

Minst til at hvítvaskreglurnar áleggja tær at upplýsa, hvaðani peningurin stavar frá. Kanst tú ikki tað, kann sparikassin nokta at seta peningin inn á tína kontu.

Tjóðbankin hevur eisini tikið avgerð um at avtaka allar seðlarøðir eldri enn 2009.

Les meira um hetta á heimasíðuni hjá Tjóðbankanum her.