Freistir fyri flytingar áðrenn ólavsøku

  • Lønarflytingar skulu fremjast í seinasta lagi mikudagin 26. juli kl. 15:30, um tær skulu vera á kontu hjá móttakaranum innan ólavsøku. Mælt verður tó til at avgreiða lønarflytingar 25. juli, so møguleiki er fyri at gera lønarrættingar tann 26. juli.
  • Flytingar til útheimin skulu avgreiðast í seinasta lagi hósdagin 27. juli kl. 13.00.
  • Vanlig flyting millum peningastovnar skulu avgreiðast í seinasta lagi hósdagin 27. juli, kl. 18.30.
  • Flyting sama dag millum peningastovnar fríggjadagin 28. juli, kl 11.

    Vilt tú tryggja tær, at flyting sama dag verður framd áðrenn ólavsøku, mæla vit til at gera samadagsflyting í seinasta lagi hósdagin 27. juli, áðrenn kl 11.