
Norðoya Sparikassi havt árligan umboðsráðsfund
Árligi umboðsráðsfundurin hjá sparikassanum var hósdagin 3. apríl 2025.
Ársfrásøgnin fyri 2024 varð góðkend og sæst her. Samtykt var at renta ábyrgdarpeningin fyri 2024 við 6 %.
Nevndarval var eisini á skránni. Rúni Heinesen og Annika Sølvará stóðu fyri vali. Rúni Heinesen varð afturvaldur. Annika Sølvará tók ikki við afturvali og Rakul B. Gardar er nývald í nevndina.
Eftir umboðsráðsfundin skipaði nevndin seg við Símuni Absalonsen sum formanni og Rúna Heinesen sum næstformanni.
Í nevndini eru:
- Símun Absalonsen, formaður
- Rúni Heinesen, næstformaður
- Frimodt Rasmussen
- Hans Arni Bjarnason Thomsen
- Elsuba Poulsen
- Rakul B. Gardar
- Tummas Martin Sólsker, starvsfólkaumboð
- Jørmund Foldbo, starvsfólkaumboð
- Finnur Klein, starvsfólkaumboð
Harumframt varð P/F Januar, løggilt grannskoðanarvirki, afturvalt sum grannskoðari.