![](/-/media/nordoyarsparikassi/landslag-oa/1600x600px-mynd-til-innlansrentu.jpg?rev=8d3bd3e33b0445e98838ee7ec7339a96&mw=1600&hash=6AF5A0D00EED6CA1540ACD0E9DF38B5B)
Nýggj innlánskonta til ábyrgdarar
Nú er møguleiki hjá ábyrgdarum, ið eiga minst 30.000 kr. í ábyrgdarpeningi, at fáa eina innlánskontu við hægri rentu.
Nýggja innlánskontan hevur 12 mðr. uppsagnartíð og rentan er 2,0 % um árið. Kontan hevur broytiliga rentu og er bert ætlað privatkundum.
Einki hámark er fyri, hvussu nógv kann setast inn á kontuna.
Tú ert vælkomin at seta teg í samband við tín kundaráðgeva, um hetta hevur áhuga.
Tú ert eisini vælkomin at ringja til okkara á tel. 475000.